Í fleiri mánaðir hevur andstøðan ligið klárt framman fyri stjórnina og Danska Fólkaflokkin í teimum donsku meiningakanningunum, men nú er næstan javnt, skrivar Berlingske Tidende.
Blaðið vísir til eina nýggja kanning hjá Gallup, sum vísir, at báðir stjórnarflokkarnir høvdu havt framgongd, um val var nú. Tað hevði havt við sær, at stjórnarflokkarnir og DF høvdu fingið 48,8 prosent av atkvøðunum.
Andstøðan hevði framvegis verið frammanfyri og nú við 50,4 prosentum, hóast kanningin gevur Sosialdemokratunum afturgongd.