Ríkisdagsvalið í Svøríki í næsta mánað verður eftir øllum at døma spennandi, tí sambært teirri seinastu meiningakanningini stendur tað at kalla á jøvnum millum ta borgarligu stjórnarsamgonguna og ta reyðgrønu andstøðuna. Kanningin, sum Aftonbladet hevur gjørt, vísir, at hevði valið verið nú, hevði andstøðan fingið 45,4 prosent av atkvøðunum og teir borgarligu flokkarnir 44,7 prosent.
Kanningin vísir eisini, at tað stendur næstan á jøvnum millum teir báðar størstu flokkarnar, Moderaterna og Sosialdemokratarnar, sum fáa ávikavíst 28,1 og 29,6 prosent.
Eitt, sum hevur vakt ans við teirri seinastu kanningini, er, at sambært henni høvdu Sverigedrmokraterna fingið 6,5 prosent, um valið hevði verið nú. Flokkurin hevur rættiliga víðgongd sjónarmið, tá tað snýr seg um innflytarar, og politiskir eygleiðarar siga, at fær flokkurin so stóra undirtøku, sum kanningin sigur, kann hann fáa avgerandi ávirkan á, hvør skal stjórna Svøríki næsta valskeið.