Summarfestivalurin er so smátt farin at byrja. Ein sera avgerandi faktorur fyri, hvussu væl ein festivalur eydnast, er veðrið. Fyriskipararnir av Summarfestivalinum hava gjøgnum ár og dag verið stak óhepnir við veðrinum, har tað sera ofta hevur regnað - og til tíðir regna illa.
Vegurin í Klaksvík er vátur, men í løtuni er slitið í. Veðurvánirnar fyri restina av kvøldinum siga, at tað verður yvirskýggjað tó ikki stórvegis regn. Nakað av sirmi verður tó í løtum, so ráðiligt er at lata seg í eftir veðrinum eitt nú í ein jakka.
Hitin fer at liggja um 12 gradir restina av kvøldinum og út á náttina. Vindurin fer at liggja støðugur á 6 m/s.