Næstan tvær ferðir so nógv ferðafólk í Vági

– Eisini talið á útlendskum ferðafólkum er munandi økt

Í ár hava tað verið næstan tvær ferðir so nógv ferðafólk á kampingplássinum í Vági, sum í fjør.

Dennis Holm, borgastjóri í Vági, sigur, at nú kampingplássið er latið aftur fyri veturin, hevur talið á teimum, sum hava gist har í ár, sett met.

Í ár hava nevniliga 876 gistingar verið á plássinum, og tað eru 86 prosent, ella næstan tvær ferðir so nógv, sum í fjør.

Ein gisting er hvørja ferð eitt ferðafólk hevur gist eina nátt.

Kampingplássið í Vági, sum er við fótbóltsvøllin á Eiðinum, læt upp í 2014. Fyrsta árið tað varð opið, vóru tað 149 gistingar og tey næstu árini, í  2015 og í 2016, var talið á leið tað sama.

Men í 2017 vóru 322 gistingar á Kamping Vágseiði, sum var ein tvífalding frá 2016. Í 2018 vóru so 470 gistingar, sum aftur var ein vøkstur upp á 46 prosent aftur ímóti 2017.

Og í ár er so talið á gistingum aftur næstan tvífaldað upp í 867 gistingar.

##med2##

 

Í ár hava tað eisini verið nógv fleiri útlendingar á kampingplássinum enn í fjør.

Í 2018 vóru tað serliga føroyingar, sum vóru á kampingplássinum, tí góð 75 prosent av gestunum vóru føroyingar, og góð 15 prosent vóru Evropearar uttanfyri Norðurlond.

Í ár eru tað serliga fólk úr Evropa, uttanfyri Norðurlond, sum tað hevur verið lutfalsliga fleiri av enn í fjør, tí ein góður triðingur av teimum vitjandi vóru úr øðrum londum í Evropa enn Norðurlondum. Stórur partur av hesum eru týskarar, men í ár hava eisini verið nógv vitjandi úr Sveits, Fraklandi, Hollandi, og Bretlandi.

Annars hava tað í ár verið vitjandi úr 22 londum á Kampingplássinum í Vági og tey hava verið úr Evropa, Norður Amerika og Suður Amerika. Tað er serliga náttúran í Suðuroy, sum dregur útlendingarnar til Vágs. Og gestir á Kamping Vágseiði gista í miðal í 2,6 nætur, og tað er eitt sindur meiri enn í fjør.

##med3##

 

– Ongin ivi er um, at ferðavinnan gerst ein alsamt størri vinna, eisini í Suðuroynni, og hóast vit ikki hava tøl fyri aðrar gistingar, er sjón fyri søgn, at talið á ferðafólkum, sum vitjað her á leiðini, veksur nógv ár um ár, sigur Dennis Holm

– Talið á ferðafólkum skapar eisini ringvirkningar, og tað er lítið at ivast í, at upplivingarfyritøkur, matstovur og kaféir, handlar og kioskir í nærumhvørvinum eisini merka ágóðan av hesum, sigur borgarstjórin.

 Á kampingøkinum í Vági er pláss fyri 12 kampingvognum, men harafturat og er stórt tjaldingarpláss.

Tað er opið frá á páskum til 1. oktober, men kortini hava tað eisini verið ferðafólk á tí aðrar tíðir

 

 

 

 

 

Myndina tók Karla Cifuentes