Barrack Obama og Hillary Clinton sunnu sum væntað hvør sítt uppstillingarval í nátt, hann í Oregon og hon í Kentucky. Sigurin hjá Hillary Clinton var sera greiður. Hon vann við meiri enn 30 prosentstigum, men tá skal havast í huga, at Kentucky er ein statur við einari stórari hvítari arbeiðarastætt, sum Hillary Clinton hevur havt gott tak á undir valstríðnum.
Kanningar í Kentucky avdúkaðu, at tað er ein sera breið og djúp gjógv ímillum teir demokratisku veljararnar. Tveir triðingar av teimum, sum atkvøddu fyri Hillary Clinton, søgdu bart út, at tey fara annaðhvørt at sita við hús ella at atkvøða fyri republikanaranum John McCain, um Barrack Obama verðu valevni hjá demokratiska flokkinum í heyst.
Á gáttini
Sambært sjónvarpinum CNN hevur Barrack Obama nú tryggjað sær undirtøku frá 1.627 av teimum 3.253 valmonnunum, sum verða valdir á uppstillingarvalunum kring landið.
- Vit hava fingið meirilutan av teimum, sum amerikanska fólkið velur, og tí standa vit nú á gáttini til málið, sum er at røkka uppstillingini, segði Barrack Obama í sínari sigursrøðu, sum hann helt í Des Moines í Iowa.
Tað er ikki líkt til, at Obama kann fáa teir 2.026 valmenninar, sum eru neyðugir fyri at tryggja sær meiriluta á endaliga uppstillingarfundinum hjá demokratiska flokkinum, og tí verða tað tey sokallaðu »superumboðini«, sum skulu gera av, hvønn flokkurin skal stilla upp í heyst. Tað ásannaði fremsti valfyrireikarin hjá Obama, David Axelrod, eisini í nátt.
- Hetta var eitt sera týðandi stig, men ikki endin, segði hann við CNN.
Hillary heldur á
Politiskir serfrøðingar hava ávarað Barrack Obama ímóti at leypa á Hillary Clinton, tí tað kann fáa demokratiskar veljarar at venda honum bakið. Tað hevur hann tikið til eftirtektar, og í sigursrøðu síni í nátt rósti hann Hillary Clinton fyri hennara lut í amerikonskum politikki.
- Hon hevur víst dirvi og áhaldni, og hon hevur flutt mørk og broytt tað Amerika, har mínar døtur og teirra døtur skulu veksa upp. Tað takka vit henni fyri, segði Obama.
Hillary Clinton endurtók í nátt, at hon ætlar sær at halda á til tey seinastu uppstillingarvalini, sum eru tann 3. juni.
- Í kvøld hava vit vunnið ein týðandi sigur, sum eisini er ein dygg álitisváttan, segði hon í takkarrøðu síni í Kentucky.
Trý uppstillingarval eru eftir. Tey eru í Puerto Rico (55 valmenn), Montana (16 valmenn) og í South Dakota (15 valmenn).