Næsti oddadysturin í slag

Annað umfarið á rað fær Skála vitjan úr Havn, og aftur er talan um oddabrak

Upptakt

Enn er Skála kanska ikki komið í heilt somu snúningar, sum teir vóru í fyrstu mongu umførini í fjør, men úrtøkan hevur kortini verið á eini heilt góðari leið. Somikið góðari, at oddasessurin er vísur, um talan verður um sigur mikukvøldið.

Harðir dystir
Hesaferð er tað B36, sum vitjar, og her hevur Skála helst góð minni. Í fjør eydnaðist í øllum førum at vinna ein tryggan sigur, og eisini ta ferðina merkti hesin, at liðið leyp um B36 og upp á oddasessin.
Eftir dystin sunnudagin tykjast tað tó vera nakrir slitnir skálamenn, sum gera seg út til nýggjan toppdyst.
- Har eru nokk fleiri, sum dragast við smærri snuddir, men vit vóna í øllum førum, at teir verða tøkir. Ringast sær út hjá Iulian Florescu, sum fór út við einum trælæri móti HB, og tað verður so ikki avgjørt fyrr enn undir upphitingini, um hann er við ella ikki, staðfestir venjarin hjá Skála, Jóhan Nielsen.
Í aðrar mátar noyðist venjarin við vissu at síggja burtur frá Bjarna Jørgensen og Jenel Circic, sum heldur ikki vóru við seinast.

Ivamál um liðskiparan
Hjá B36 verður roknað við, at flestu spælararnir eru tøkir, nú liðið skal spæla kanska týdningermesta dystin higartil á árinum. Undantakið er sjálvandi Mikkjal Thomassen, eftir at hann fekk reytt kort í dystinum seinast.
Hartil tykist ivamál vera um Pól Thorsteinsson. Hann fekk ein lítlan snudd móti endanum av dystinum móti GÍ, og týskvøldið skuldu tey í B36 kanna, hvussu vorðið var við hesum.