Niðurflytingin var longu veruleiki hjá báðum liðunum báðum, áðrenn farið varð undir dystin. Men við nývunna sigrinum á StÍF seinasta vikuskifti, hevði Tjaldur kanska størri sjálvsálit hesaferð.
Gjøgnum fyrra hálvleik togaðu tær seg eisini væl framum, men eftir steðgin kom stígur í. Tjaldur skeyt bara eitt mál fyrsta korterið av seinna hálvleiki, og hetta brúkti VÍF til at leggja seg greitt á odda. Seinasta korterið av kappingarárinum hjá teimum báðum liðunum koppaði tó aftur hinvegin. Hetta korterið vann Tjaldur 8-4, og við seinasta málinum frá Maju Hecimovic, megnaðu tær fyri aðru ferð á rað at fáa tvey stig til høldar
Fakta um dystin
VÍF-Tjaldur 23-24 (9-14)
Málskjúttar
VÍF: Jacklin Durhuus 10(2), Bjørg Patursson 4, Tórgunn Johannesen 4(1), Heidi Joensen 3, Finngerð Jensen 2
Tjaldur: Maja Hecimovic 6(1), Jacoba Langgaard 4, Heidi Sevdal 3, Beinta Joensen 2, Mona Langgaard 2, Elinbjørg Hammer 2, Marian Isaksen 2, Jasmina Devovic 2(1), Kristine Ellingsgaard 1
Brotskøst: VÍF 4, Tjaldur 7
Útvísingar: VÍF 2, Tjaldur 2
Diskvalifikatión: VÍF 1 (Beinleiðis reytt)
Dómarar: Andreas F. Hansen & Eyðun Samuelsen