Skúlavígsla
Eiði:Á Eiði varð nýggjur skúli vígdur leygardagin. Eisini fekk bygdin nýggja, stásiliga ítróttarhøll.
Tað flaggar á Eiði. Fløggini standa so stolt í lýggja lágættarlotinum. Fólk er á gongd. Tey halda niðan brekkuna niðan í skúlan, har prestur fer at víga nýggja skúlabygningin um eina løtu. Nú strýkur vár um heimlandsvøll. Bæði í luftini og í fólkinum á Eiði.
Bygt er upp í skúlan vestureftir. Ein miðhøll, ella aula, knýtir gamla og nýggja skúlan saman. Ítróttarhøllin liggur beint upp at miðhøllini, og í niðara borði eru so serstovur umframt tey rúm, sum hoyra ítróttarhøllini til so sum inngongd og skiftingarrúm.
Samlaða víddin á tí, sum bygt er, er 2.000 fermetrar, og kostnaðurin er 10.000,- krónur fyri hvønn fermeturin, ella 20 milliónir krónur. Og tað var ein ikki sørt stoltur borgarstjóri, sum á samkomuni kundi boða frá, at tá árið er úti, er alt goldið konant. Eingin lántøka.
»Stik den.«
Fýra ár
Nógv fólk var savnað, bæði í miðhøllini og eisini í gongum og í ítróttarhøllini, har hurðarnar stóðu opnar, so tað, ið fór fram, hoyrdist og sást, tá Tordur Niclasen, borgarstjóri, beyð vælkomin. Síðan lat borgarstjórin orðið til bygginevndarfomannin.
Formaðurin fyri bygginevndini, Edvard Pauli Ejdesgaard, sum eisini er bygdarráðslimur, greiddi frá gongdini, síðan farið varð undir hetta stóra tiltakið á vetri 1999, tá spakin á fysta sinni varð settur í.
27. oktober árið eftir varð reist, og byrjað varð at inniloka høllina, og eftir summarfrítíðina í 2001 vóru skúlahølini liðug, og farast kundi í skúla har, hóast bygningurin ikki varð vígdur fyrr enn nú gott hálvtannað ár seinni.
Edvard Pauli Ejdesgaard segði, at meginparturin av tí, gjørt er, er greitt úr hondum av handverkarum úr Eiðis Kommunu.
Nógvar røður
Fleiri røðarar hvødu orðið hendan dagin. Bæði undir hátíðarhaldinum i miðhøllini, eftir at Emil Olsen, sóknarprestur, hevði vígt skúlan, og eisini undir borðhaldinum í ítróttarhøllini aftaná, tá orðið var frítt.
Undir hátíðarhaldinum røddu eisini Tordur Niclasen, borgarstóri, Vagn Foldbo, skúlaleiðari og Høgni Hoydal, landsstýrismaður við undirvísingar- og mentamálum.
Vagn Foldbo, sum fekk skúlan og høllina handað frá Tordi Niclasen, borgarstjóra, fegnaðist um gott og væl úr hondum greitt verk. Hann segði seg vera serliga fegnan um bókasavnið, skúlin nú hevði fingið. Ikki tí at hetta var eitt skúlabókasavn burturav. Nei talan var um bókasavn til alla bygdina, segði skúlastjórin.
Landsstýrismaðurin við skúlamálum, Høgni Hoydal, ynskti eiðisfólki tilluku við hesum risatiltakinum. Hann segði seg minnast frá dreingjaárunum, at hann helt allar eiðismenn vera risar. Hann kendi bara stór fólk á Eiði, segði hann. Bæði privat og hondbóltsspælarar. Og hetta, sum nú var komið upp at standa á Eiði, var einki minni enn eitt risaverk.
Men ikki bara vaksnir røðarar fingu orðið undir hátíðarhaldinum. Skúlabørn úr Eiðis skúla sungu eisini fyri gestunum. Fyrst væl kenda barnasangin »Vilt tú« hjá Johan Kallsoy, fyrrverandi lærara á Eiði, og síðan ein sang, tey sjálv høvdu gjørt.
Skúlasøgan
Eftir at Emil Olsen, sóknarprestur, hevði vígt skúlan, og ein sálmur var sungin, hevði Tordur Niclasen, borgarstjóri í Eiðis Kommunu, orðið.
Tordur Niclasen tosaði um tað at vinna sær kunnleika og tráðanina eftir at vilja vita.
Hann kom eisini inn á skúlasøguna á Eiði, sum byrjaði, tá fyrsti lærarin, tók prógv í Føroyum. Hesin var eiðismaðurin Gregers Joensen. Hetta var í 1871.
Hetta sama árið fekk Grækaris, sum hann varð nevndur, starv sum lærari á Eiði. Í setanarbrævinum sigur Færø Amts Skoledirektion soleiðis:
»Da der i Bygden Eide er oprettet Skole og betingelserne for at samme kan træde i Virksomhed nu ere tilveiebragt, bliver der herved efter Undervisningskommisionens Indstilling meddelt Gregers Joensen af Eide Consstitution som Lærer ved bemeldte Skole..........»
So helt Grækaris skúla á Eiði. Og onnur eftir hann. Í 1915 fara eiðisfólk at hugsa um at byggja skúlan út. Tvær stovur og trimpul á. 1.400,- krónur vórðu játtaðar frá tí almenna. Men kríggj var, og tí varð ætlanin slept tá.
Men í 1920 varð so bygt, og hesin skúlin varð i brúki líka til 1965, tá nýggjur skúli varð bygdur Uppi í Kolli, har nú ítróttarhøll er komin uppí. Nevnast skal kortini, at í sjeytiárunum varð bygt upp í skúlan, so hendan uppíbyggingin, sum nú varð vígd, var onnur víðkanin.
Tá Gamli Skúli, sum eiðisfolk minnast, varð útbygdur í 1920, vóru 102 skúlabørn á Eiði. Í dag eru tey 88, segði Tordur Niclasen.