MAKRELUR
Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, hevur nú havt fundir við íslendska og norska fiskimálaráðharran um makrelspurningin. Enn vantar at fáa í lag fund við fiskivinnumyndugleikarnar í ES.
Á fundi við íslendska fiskimálaráðharran var makrelspurningurin tikin fram, men hetta var ikki ein formellur fundur í so máta. Hinvegin var fundurin, sum Jacob Vestergaard hevði í gjár við norska fiskimálaráðharran beinleiðis um makrelspurningin.
- Nú verður so roynt at fáa fund í lag við fiskivinnumyndugleikarnar í ES, men ES er eitt størri apparat, og enn veit eg ikki, nær hetta fer at eydnast. Enn er eingin fundur avtalaður við ES, sigur landsstýrismaðurin.
Tó at tað eru tríggir partar, sum verða róptir strandalond í makrelhøpi, Føroyar, Noreg og ES, er Ísland, sum eisini fiskar makrel í egnum sjógvi, partur av áhugamálunum hjá Føroyum í so máta.
Jacob Vestergaard er lítillátin um fundin við norska fiskimálaráðharran og heldur seg í løtuni ikki duga at siga, um hesin fundur fær nakra ávirkan støðuna sum er íkomin, nú Føroyar í London herfyri ikki vildu skriva undir strandalandaavtalu um býtið av felagskvotuni av makreli fyri 2010.
Spurdur, hvussu stórur okkara partur av felagskvotuni hevði verið, um Føroyar skrivaðu undir á nevnda fundi, sigur Jacob Vestergaard, at okkara partur í 2009 var sløk 4,7%, og hann heldur ikki, at nøkur ábending var um á hesum fundi, at føroyski parturin hevði verið øðrvísi í eini avtalu fyri 2010.
- Teir næstu dagarnar hendir einki í hesum máli. Avtala er, at politiskar samráðingar skulu verða við partarnar, sum eru við í hesi avtalu, og fyrr enn komið er longri við hesum, hendir einki. Í løtuni veit eg sum nevnt ikki, nær vit sleppa á fund við ES um spurningin, sigur Jacob Vestergaard.
Endamálið við fundarumfarinum hjá landsstýrismanninum við politisku fiskiveiðimyndugleikarnar í Ísland, Noreg og ES er at greiða hinum pørtunum frá føroysku sjónarmiðjunum í makrelspurninginum.