Næstu ferð taka vit gravkúnna við

Lovorðini trutu ikki, tá spakin varð settur í fyri nýggjum bygdarhúsi í Árnafirði í februar mánaði í ár: Nú var umsíðir líkt til at byggingin kundi byrja. Men enn er lítið hent í málinum!

Árnafjørður: - Tað eru nógv sum spyrja meg, nær bygdarhúsið verður liðugt, sigur formaðurin í bygdarfelagnum Báran, Atli S. Justinussen.

Saman við nevndini hevur hann verið íðin stríðsmaður fyri at útvega heimbygdini eitt egið bygdarhús, men enn er ikki komið á mál.

Eftir at spakin varð settur í fyri nýggja bygdarhúsinum, vónaðu øll at nú fór dreymurin at gerast veruleiki. Men hvat?: Myndugleikarnir ynsktu bygdarhúsið flutt á annað stað í Árnafirði!

- Eg tori einki at siga nakað um hvar og nær. Men eitt kann eg lova tær: Næstu ferð vit ætla at seta spakan í, so verður tað við kjaftinum á eini gravkúgv.

- Nú hava vit bíðað ivaleysa leingi. Nú ynskja vit, at bygdarhúsið gerst veruleiki, sigur Atli við Sosialin.

Bygdarfelagið Báran er vorðið væl kent millum manna, millum annað vegna tey stóru bingo-spølini sum skipað hevur verið fyri gjøgnum tíðirnar.

Hóast tað einans búgva 50 fólk í Árnafirði og felagið hevur fáar limir, bilar virkishuginum einki. Hóast málið er stórt, ætla tey kortini at røkka tí.


Stríðst í 17 ár

Tað hevur verið drúgt at koma so langt – ella so stutt – hjá bygdarfelagnum í Árnafirði. Ein langur vegur fyri eitt so lítið felag.

Hóast hesar umstøður, tykist einki kunna steðga felagnum í at røkka endamáli sínum: At útvega heimbygdini eitt vala bygdarhús.

Alt byrjaði annars so væl: Báran varð sett á stovn í desember mánaði 1990 og minni enn eitt ár seinni fekk felagið sítt fyrsta grundøki.

Felagið metti, at rættast var at byggja nýggja bygdarhúsið uttanfyri bygdina, soleiðis at ein kundi sleppa lættari til tey ymisku tiltøkini, eins og lættari varð hjá fólki at sleppa av við bilin.

Varð bygt uttanfyri bygdina vóru eisini møguleikar fyri at útbyggja húsið, um tørvur skuldi verðið á tí. Men ikki gekk, soleiðis sum nevndin í felagnum ætlaði: Allir myndugleikar góðkendu ikki ætlaða økið.

Avgerð varð ístaðin tikin um at vísa felagnum á eitt annað øki, á vegnum niðan ímóti tunlunum norðureftir og suðureftir. Men at fáa byggiloyvi til hetta tók sína tíð, heili 15 ár, millum annað tí at byggisamtyktin skuldi broytast.

Men fyri góðum ári síðani kom so endaliga loyvið, og 17. februar í ár varð spakin settur í fyri nýggja bygdarhúsinum.

Á samkomu henda dagin varð boðað frá, at maskinurnar eftir ætlan skuldu byrja arbeiðið tveir mánaðir seinni, soleiðis at ferð av álvara kundi koma á byggingina. Tað ljóðaði enntá, at onkur longu hevði biðið um húsið til at halda tað fyrsta brúdleypið í nýggja bygdarhúsinum.

Nú eru vit skjótt komin inn í jólamánaðin, og enn stendur bara eitt skelti sum boðar frá, at bygdarhúsið skal standa her einaferð í framtíðini. Annar farvegur sæst ikki til nakra bygging.


Strævið

Stutt eftir at spakin varð settur í, komu kortini mótboð frá myndugleikunum: Ætlanin um at útvega árnfirðingum betri tunnilssamband, kom at leggja forðingar í vegin fyri ætlaðu plaseringini av bygdarhúsinum.

- Her var einki annað at gera enn at steðga við arbeiðinum eina ferð enn. Vit høvdu roynt hetta í 1991, og vóru minst líka so skuffað hesaferð sum ta ferðina, sigur Atli.

Arbeitt verður í løtuni við at finna eitt annað hóskandi øki til bygdarhúsið saman við Klaksvíkar kommunu og Landsverki. Vónandi kann hetta verða avgreitt um stutta tíð.

Hinvegin hava tey alt gott at bera Landsverki, og fegnast um ætlanirnar at betra um samferðsluna til og úr bygdini: Hetta fer aftur at verða bygdarfelagnum at gagni.

Við betraðum tunnilssambandi fer at gerast munandi einfaldari og høgligari hjá fólki at leiga húsið til ymisk tiltøk.

Sjálvur torir Atli ikki at siga nakað um, nær tey kunnu fara undir byggingina av nýggja húsinum, ella hvussu leingi tað fer at taka at byggja tað.

- Hetta hevur verið eitt strævið mál, sum vit hava arbeitt við síðani felagið varð stovnað fyri 17 árum síðani.

- So tú kanst ætla, at vit gleða okkum til tann dagin, tá tað verður liðugt, slær Atli S. Justinussen fast.




Tvey samkomuhús í lítlari bygd

Á jólum í fjør varð nýggja Kappróðrarneystið í Árnafirði tikið í nýtslu. Og einaferð í framtíðini fer bygdin at rúma einum væl útgjørdum bygdarhúsið.

Mong spyrja helst, um ein so lítil bygd, við einans hálvthundrað fólkum, kann megna at reka tvey slík hús.

- Jú, sigur ein bjartskygdur formaður í Báruni, Atli S. Justinussen. – Møguleikarnir verða faktiskt munandi størri við tveimum slíkum húsum.

Kappróðrarneystið hevur higartil virkað sum venjingarstað millum annað hjá kappróðrarbátinum Árnfirðingi, og hevur haraftrat verið rættiliga nógv útleigað til samkomur av ymiskum slagi, til dømis føðingardagar og onnur tiltøk. Hesa komandi tíðina hava fleiri spurt seg fyri um møguleikan at hava jólaborðhald í neystinum.

Ætlanin hjá Báruni er, at bygdarhúsið skal útgerast við einum stórum køki – einum industri-køki, tey kalla. Eitt samstarv skal fáast í lag millum bæði feløgini og húsini, soleiðis at sleppast kann undan at avvísa møguligum leigarum.

Hendir so tað, at onkur hevur hug at leiga annað húsið og annar hitt samstundis, so fer tað at bera væl til. Tað fer somuleiðis at bera væl til at gera matin lidnan í bygdarhúsinum, flyta hann oman í Kappróðrarneystið, har hann síðani kann haldast heitur.

Óhugsandi er ikki, at tað einans fer at taka fáar minuttir at koyra úr Klaksvík til Árnafjarðar gjøgnum ætlaða tunnilin.

Hesin veruleikin fer uttan iva at gera sítt til, at eftirspurningurin eftir at leiga annað ella bæði húsini í Árnafirði bara fer at økjast í framtíðini.