Eftir fyrilesturin um Antarktis í Gamla Pakkhúsinum í Vági, hitti blaðmaðurin Klaus Kiesewetter fyri at frætta nærri um mannin, ið ferðast so víða og sum eisini kom ferðandi hendaveg og setti búgv her á oyggjunum.
- Eg er føddur í Týsklandi í 1954. Kom til Danmarkar, búði har í eini 8 ár, og kom so til Føroya. Hitti her damuna, varð verðandi, og vit hava verið saman í eini 19 ár. Vit hava búð í Runavík og hava framvegis hús har, greiðir Klaus frá.
- Í Føroyum havi eg arbeitt við at gera náttúrufilmar, lýsingar og ferðafilmar, sum eg takist við enn. Eg ferðist kring øll Norðurlond. Og nú eisini Antarktis, har eg byrjaði at sigla fyri 7 árum síðani.
Tað var í 1967, at svenska felagið Lindblad Explorer byrjaði hesar ferðirnar til ísfløturnar. Seinni komu týskarar og amerikumenn eisini uppí part.
Stuttligt er, at somu skip eisini vitja Føroyar. Tey flyta seg eftir veðrinum og fylgja summarinum.
Alt er ikki bert spæl og Klaus viðmerkir, at tað hendir ymiskt á ferðunum. Í fjør fekk Bremen, ið Klaus er við, ein sjógv. Klaus dylir ikki, at hann hevði kent seg tryggari, hevði skiparin verið føroyingar, heldur enn ein úr Frankfurt ella Bremen, ið ikki kennir vandarnar á sama hátt.
Dragandi náttúra
Men hví kom Klaus til Føroya?
- Tað var náttúran, ið dróg. Eg hevði lisið um Føroyar, tá eg var í Danmark. Tá var eg 15 mánaðar í Føroyum. Tað var í 1979 og eg arbeiddi á Landssjúkrahúsinum og gekk í Hoydølum á HF fyrsta árið. So fór eg at lesa í Århus og Aalborg. Síðani byrjaði eg at taka upp, tók myndir og filmstubbar úr Føroyum og setti saman. Tá hevði eg arbeitt í Danmarks Radio og við lokalsjónvarpi við upptøkum. Eg hevði eitt lítið studio tá, sum so vaks ígjøgnum árini.
- Um summarið hevði eg arbeiði hjá Sigurð Simonsen. Eg var ferðaleiðari, serliga fyri ferðamannaskipini. Soleiðis kom eisini í lag, at eg fekk fyrsta túrin. Tá varð eg spurdur, um eg vildi koma við til Íslands og Svalbard. Soleiðis byrjaði tað, sigur Klaus, sum nú siglir í Antarktis.
Talan var tá um størri skip, eini 500-700 fólk, har meira tónleikalív og annað er við í myndini eisini. Klaus fann útav, at minni skip eisini vóru, ið gjørdu meira burturúr at vísa fram náttúruna, har tey komu.
- Hetta hevur so vundið uppá seg. Fyrst Svalbard, Grønland og Kanada og Alaska og fyri tveimum síðani eisini Antarktis. Men alt er free-lance, eg velji sjálvur. Og mær dámar sera væl, sigur Klaus.
Á ísbjarnavakt
- Vit búgva nú í Keypmannahavn, har daman hevur nomið sær útbúgving. Eg ferðist nógv. Eg skal til Týsklands og Noregs at halda fyrilestrar. Í Noreg skal eg eisini, - ja í læru, fyri at fáa vápnaloyvi, nú eg liggi fyri at fara til Svalbard. Umframt at halda fyrilestrar umborð, skal eg eisini halda ísbjarnavakt, so eg fái hetta á pláss í apríl. Svalbard og tann leiðin er áhugavert fyri meg, tað mær dámar allar best. Tá fara vit veruliga í ísin, sigur Klaus.
Klaus greiðir frá um ymsu munirnar, sum eru á ferðafólkunum, alt eftir stødd á skipi og ferðamáli. Og eftir aldri og útbúgving og tjóðskapi.
Klaus vísir ikki aftur, at um gjørligt, so fer hann einaferð í komandi tíðum at halda fyrilestur um Svalbard, Bjarnoynna og Jan Mayen, nú hann skal ferðast á hesum leiðum í summar.
Hetta er lívið!
Húsini í Runavík eiga Klaus og daman enn og Klaus sigur, at tey eru vís í, at tey venda aftur til Føroya at búgva.
Men hann gevst ikki við virkseminum og ferðingini.
- Nei, tað geri eg ikki! Hetta er lívið. Eg ferðist eisini til heitaru londini, tá við størri skipum, og tá er daman ofta við. Nei, tað er ikki bara ísur, lær Klaus.
Men hann heldur tó, at heldur enn heitu londini, so er ísurin og tær leiðirnar meira nakað fyri hann.
Ævintýrari ? ja og nei
Vilt tú siga, at tú ert ein ævintýrari?
- Eg veit ikki, hvat eg skal siga. Nei, eg havi ikki hugsað um meg, sum slíkan. Ofta verður tá hugsað um fólk, ið ganga til Suðurpólin, ella tílíkt. Kropsliga krevst ikki nógv av mær. Skulu vit nýta orðið ævintýrari, so er tað ein nýmótans ævintýrari, ævintýrari í nýggjari merking. Men mær hevur altíð dámað væl at ferðast, sigur Klaus Kiesewetter, og minnir á, at tað jú eisini var hesin hugur, ið førdi hann til Føroya.
- Eg rokni ikki við, at ferðahugurin fer frá mær, tað situr í mær og eg vóni ikki, hann hvørvur, sigur Klaus.
Gjølla til verka
Fyrilesturin um Antarktis var bygdur søguliga upp. Nógv kanningararbeiði tykist liggja aftanfyri.
- Ja, tá eg geri av at fara ein túr, so fái eg at vita eitt ár frammanundan, um ferðin verður til nakað. So fari eg á bókasøvnini og finni fram alt um Cook, Amundsen og aðrar. So lesi eg alt ígjøgnum og tað dámar mær eisini sera væl. Eg má so sjálvur syrgja fyri, at eg havi minst 6 fyrilestrar við. Eisini krevst almenn vitan og at ein veit um Antarktis, djóralív, plantur og annað, greiðir Klaus frá.
Eftir hvørja ferð skriva ferðafólkini frágreiðing, har ferðaleiðarin eisini verður vigaður.
Klaus sigur, at á okkara leiðum er ikki so nógv eftir, ið hevur hansara áhuga, men hann avdúkar, at t.d. Amazonas er eitt mál, ið hann kundi hugsað sær at vitjað.
- Tó er altíð okkurt nýtt, ið ein kann uppliva, sigur Klaus Kiesewetter, sum í summar skal ferðast kring Svalbard og har á leið og sum har m.a. skal royna at sita á ísbjarnavakt.