Nýt reinsiverk seks metrar undir jørð

Mánadagin fekk Tórshavnar kommuna handað eitt nýtt mekaniskt treinsiverk, ið skal skilja tað ringasta frá skittvatninum, ið rennur í Sersjantavíkina. Svenn Brimheim, sum hevur gjørt verkætlanina, heldur, at hugburðurin til umhvørvið er broyttur

Fyri trimum árum síðani fekk Tórshavnar kommuna nýtt reinsiverk, sum varð sett upp í Heimaru Válgaravík, og skittvatnið haðani rennur út uppi við Eystfalssker, sum tey flestu munnu kenna frá sanginum, um dreingin, sum dyrgdi har á staðnum.
Nú hevur Havnin aftur fingið nýtt reinsiverk, sum er sett upp í Sersjantavíkini. Arbeiðstakari hevur verið P/f H. V. Lützen, og Sp/f M. E. Leo, hevur virkað sum ráðgevandi verkfrøðingur.
Svenn Brimheim frá Sp/f M. E. Leo hevur gjørt projektið til hetta nýggja mekaniska reinsiverkið, sum skal taka tað ringasta burturkastið frá kloakkunum, ið eitt nú hoyra til Jonas Broncksgøtu og Djóna í Geil gøtu. Áður hevur nevniliga alt skittvatnið frá kloakkunum runnið beinleiðis á sjógv, og heldur Svenn Brimheim hetta vera eitt tekin um, at hugburðurin hjá býrðasplitikarunum mótvegis umhvørvinum er broyttur seinastu árini. Fyrr hildu fólk nevniliga, at havið var óendaligt, og tí varð tað brúkt sum køstur.

Seks metrar undir jørð
Nú hevur so Tórshavnar kommuna fingið nýtt mekaniskt reinsiverk í Sersjantavíkini, ið liggur ímillum Skansan og bygningin, ið fyrr hýsti Fiskasøluni og nú rúmar virkseminum hjá Føroya Sparikassa.
Reinsiverkið er staðsett undir jørð á friðaðum øki, og er tí alt sett aftur í upprunaligan stand, og hetta hevur Yvirfriðingarnevndin góðkent.
Reinsiverkið er bygt upp sum heild, og undir jørðini er verkið seks metrar djúpt ? ella høgt. Tað veldst um, hvaðani vit skoða hetta nýggja bygningsverkið, sum ikki sæst serliga væl á jarðarflatuni.
Verkið er bygt í trimum høvuðspørtum. Tann fyrsti við sandfangi og yvirrenning við ristskipanum, tann næsti við størri forfellikamari, og tann triði við minni eftirfellikamari. Harumframt er atkoma til tøming, eftirlit og viðlíkahald, og tann samlaða rúmdin er okkurt um 125 tons.
Til ber at ganga inni í sjálvum reinsiverkinum, og ætlanin er, at fólk, sum arbeiða hjá Tórshavnar kommunu, skulu hava røktina um hendi. Eisini er ein eftirlitstunnil gjørdur frá verkinum oman í Sersjantavíkina.
Sum nevnt er eitt reinsiverk longu framman undan, sum rennur oman ímóti Eystfalsskeri, og so løgið tað kann ljóða, sigur burturkastið frá fólki eitt sindur um, hvørji tey eru. Burturkastið frá teimum ymisku býarpørtunum er nevniliga ikki eins, og tað kann vera alt frá pappíri og undirbuksum, til plastikposar og hítir, sum eitt slíkt reinsiverk forðar fyri rennur á sjógv. Harafturat kann slakt vera ringt hjá kloakkunum at hava við at gera, tí meðan til dømis feittið frá havhesti sum einki rennur gjøgnum rørini, kann feittið frá slaktinum um heystið seta seg í rørini.
Eisini dálkar útrenslið frá einum vaski nógv verri enn frá einum wc, av tí at tað jú er gjøgnum eitt vask, at fleiri av teimum størstu dálkingarkeldunum, sum t.d. feitt og kemisk evni, stava, greiðir Svenn Brimheim frá.

Ikki góð streymviðurskifti
Ein av orsøkunum til, at júst Sersjantavíkin er vald at hýsa einum slíkum reinsiverki er, at streymviðurskiftini í víkini ikki eru av teimum bestu, og tá vestfallið er hálvrunnið er trupult at fáa nakað burtur haðani, og tí er so illa dálkað, sum tað er í Sersjantavíkini.
Svenn Brimheim upplýsir fyri Sosialinum, at hetta verkið tó ikki loysir allar umhvørvistrupulleikarnar í Havnini.
Ein uppgáva, sum liggur eitt sindur longur frammi í tíðini, er at separera skittvatnskloakkir og regnvatnskloakkir. Hesar síðstnevndu áttu helst at verið kallaðar avfalskloakkir, men av tí at danska málið stundum kann elva til misskiljingar, hava fólk, sum arbeiða við slíkum, heldur valt at kalla avfallið fyri regnvatn í hesum sambandi. Ofta hevur kommunan nenviliga lagt kloakkir framvið løkum, og hetta kann vera tvørligt at skilja frá hvørjum øðrum, men tað verður so arbeitt fram ímóti at gera.
Í fyrtsu syftu kunnu vit frøast um, at Sersjantavíkin og økið kring Skansan nú verður betur reinsað enn higartil.