Nótabók til Føroya Fólks

    

Í samband við at nótabókin LØG TIL SONGBÓK FØROYA FÓLKS verður givin út týsdagin 16.12.03 verður almenn framløga og felagssangur í samkomuhøllini á Føroya Studentaskúla og HF-skeið í Hoydølum týskvøldið kl. 19.00.
Løg til Songbók Føroya Fólks er savn av løgum til 9. útgávu av Songbók Føroya Fólks, sum kom út í 1997. Í nótasavninum eru tilsamans 504 løg, 299 føroysk og 205 útlendsk. Tey gomlu føroysku løgini og nøkur afturat í gomlum føroyskum sniði hava ikki fylgispæl. Øll hini løgini hava klaversats og talsetingar (besifringar).
Tað er Zacharias Sørensen, sum hevur lagt savnið til rættis og forlagið NÓTAR, sum gevur tað út.