EINGIN FUNDUR
Av eini samlaðari føroyskari makrelkvotu upp á tilsamans 85.000 tons í 2010, hevur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum lutað tilsamans 15.000 tons til aðrar skipabólkar enn skipini, sum Felagið Nótaskip varar av. Burtur av hesum 85.000 tonsunum fara so eisini nøkur túsund tons, sum Føroyar lata av makreli í sínámillum fiskiveiðiavtalum við onnur lond.
Ein felagskvota upp á tilsamans 5.000 tons av makreli er soleiðis latin føroyskum ísfiskatrolarum, partrolarum og lemmatrolarum, at fiska eftir umsókn og játtaðum loyvum.
Tað seinasta nýggja í makrelmálinum er, at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, hevur givið stóru skipunum hjá reiðarínum Thor í Hósvík loyvi til at fiska tilsamans 3.250 tons av makreli í føroyskum sjógvi.
Ikki viðgjørt
Tá tað í høvuðsheitum hava verið skipini, ið Felagið Nótaskip varar av, sum hava átt føroysku makrelkvotuna, hava vit spurt Jógvan Jespersen, stjóra í felagnum, um tey hava viðgjørt avgerðina hjá landsstýrismanninum um at lata Thor í Hósvík hesi 3.250 tonsini av makreli.
- Tað hendi so knappliga, at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum gav hesum skipum, Athenu og Poseidon, loyvi at fiska makrel. Vit hava ikki havt fund í felagnum beint nú og hava soleiðis heldur ikki viðgjørt hetta mál.
Tað sigur Jógvan Jespersen, stjóri.
Sum skilst, hevur Felagið Nótaskip ikki vent sær til landsstýrismannin, Jacob Vestergaard, síðan hann tók hesa avgerð í síðstu viku.
Reinari veiða
Jógvan Jespersen sigur, at skipini, sum eru limir í Felagnum Nótaskipum, nú hava nøkur fá túsund tons eftir at fiska.
- Fiskiskapurin hevur verið skiftandi, og í gjár leitaðu skipini eftir makreli í ein landnyrðing úr Fugloynni.
Spurdur, hvussu hevur verið við íblanding av eitt nú sild, sigur stjórin, Jógvan Jespersen, at veiðan eftir makreli hevur verið reinari seinastu tíðina, enn roknað hevur verið við.