Verkætlanin hevur til endamáls at kanna myrkatalið av koronasmittaðum í Føroyum. Hóast næstan 9 prosent av øllum føroyingum eru kannaðir fyri koronasmittu, er ongin ivi um, at tað eru onnur, sum bera smittuna, uttan at vita tað, skrivar Nótaskip í tíðindaskrivi.
Tað er hesin bólkur, ið verður nevndur myrkatalið.
Kanningin verður gjørd við at máta andevni hjá 1.000-1.500 tilvildarliga valdum føroyingum fyri at fáa at vita, hvussu nógv av hesum hava verið smittað. Hesin kunnleiki ger heilsuverkið betur ført fyri í framtíðini at leggja fyribyrgingina av smittuni til rættis.
Limir í Felagnum Nótaskip eru feløgini í teimum trimum samtøkunum: Varðanum, Palla hjá Mariannu og Framherja.