Ónýtiligur dómaraseðil

Hondbóltur: Dómaraseðilin frá dystinum millum H71 og StÍF var alt ov illa útfyltur

Tá sagt verður frá hondbóltsdystum í fjølmiðlunum, er dómaraseðilin eitt sera hent amboð, sum tú í roynd og veru ikki kann vera fyriuttan. Her sært tú eitt yvirlit yvir ? minutt fyri minutt ? nær málini koma, hvør skjýtur tey, og hvør verður útvístur og nær tað hendir.

Dómaraseðilin skal eisini sendast inn til HSF, sum so skal gera almennu støðuna upp í teimum ymsu deildunum.

Tí var tað hugstoytandi at síggja dómaraseðilin frá dystinum millum H71 og StÍF leygardagin. Á seðilinum, sum var undirskrivaður av báðum dómarunum, stendur einki um, nær liðini hava fingið ávaringar og útvísingar ? bert málini standa á. Málskjúttarnir eru ikki taldir saman, og Jónleif Sólsker stendur til at hava verið útvístur tríggjar ferðir í dystinum. Tað eigur sum kunnugt at geva reytt kort, men spælandi venjarin hjá strandingum var inni allan dystin ? tí hann fekk ongantíð tríggjar útvísingar.

Tað standast neyvan nakrar avleiðingar av hesum, men tað kann ikki vera ov nógv at krevja, at ein dómaraseðil skal vera bara nøkulunda rætt útfyltur. Seðilin frá dystinum leygardagin er ikki einasta dømið um dómaraseðlar, sum eru um ikki skeivt útfyltir, so ófullfíggjaðir, men hetta er so grefligasta dømi higartil. Vónandi kemur ein bati á hesum økinum, tí tað er eingin ivi um, at hann krevst.