Nýtist ikki at ganga svangur

Charles Ramsey, sum hjálpti til við at fría tær tríggjar burturfluttu kvinnurnar í Cleveland, Ohio, nýtist ongantíð aftur at gjalda fyri ein burgara.

Tað skrivar The Plain Dealer.

Fleiri enn eitt dusin av burgarabarrum og matstovum í Ohio og ein einstøk í grannastatinum, Pennsylvania hava lovað 43 ára gamla Charles Ramsey ókeypis burgarar restina av lívinum.

Ramsey gjørdist kendur í allari verðini fyri litríka háttin hann greiddi frá støðuni, tá Amanda Berry slapp úr fangilsi.

Ramsey rann yvir til grannahúsini, har tær tríggjar kvinnurnar høvdu livað í fangilsi í 10 ár, og sparkaði eina hurð inn, so Amanda Berry slapp leys og kundi ringja til politiið.

- Eg hevði fingið endan upp á komediu, um eg ikki traðkaði í karakter, segði Ramsey millum annað við miðlarnar aftaná.

Í samrøðuni við alarmsentralin segði Ramsey, at hann sat og át ein Big Mac, tá hann hoyrdi kvinnuna rópa um hjálp.

Amanda Berry og hennara seks ára gamla dóttir, saman við Gina DeJesus og Michelle Knight vórðu bjargað úr húsinum, meðan eigarin, Ariel Castro, er handtikin og skuldsettur fyri burturflyting og neyðtøku.

Lokala matstovan, har Charles Ramsey arbeiðir sum uppvaskari, hevur longu uppkallað ein burgara eftir honum. The Ramsey Burger hevur eitt nú ein 225 gramm búff og eina sós av ókendum slag.