Tað mundi kennast sum ein rættuligur skelkur, tá tað fyrr í heyst hoyrdist, at tríggir av mest evnaríku spælarunum hjá NSÍ høvdu skrivað sáttmála við GÍ fyri komandi kappingarár. Men nú eru teir í NSÍ fyrireikaðir til komandi kappingarár, og Trygvi Mortensen, ið heldur fram sum venjari, veit hvørjir spælarar hava skrivað undir uppá, at teir fara at spæla við NSÍ.
Hans Petur Ellingsgaard, sum er formaður í tí bólkinum, ið fyrr í heyst fekk álagt at loysa fíggjarliga knútin, sum var millum spælararnar og felagið, og sum skuldu syrgja fyri at tryggja grundarlagið undir framtíðar sáttmálafótbólti í felagnum, sigur, at nú eru viðurskiftini komin uppá pláss:
? Vit hava ruddað tað, sum var millum spælararnar og felagið, av vegnum, og vit hava skrivað sáttmálar við spælararnar. Vit halda okkum til eina bonusskipan, soleiðis at teir fáa pengar, tá teir vinna. Tað vil við øðrum orðum siga, at um tað gongst væl, so skulu vit rinda meiri út, og tað hava vit sjálvandi einki ímóti.
Fyrr í summar ljóðaði, at eitt smápartafelag skuldi stovnast, sum skuldi reka 1. deildarfótbóltin í Runavík, men hesi ætlanini hava teir nú gjørt av at sleppa:
? Vit hava tosað nógv aftur og fram um hetta, og vit eru komnir til ta niðurstøðu, at fyri okkara viðkomandi tænir hetta ongum endamáli. Vinnulívið hevur fyrr givið til kennar, at tað er sinnað at vera við, og tað rokna vit framvegis við, at tað verður. Vit hava havt følarar úti, og vit hava samband við fyritøkur og fara komandi vikurnar at seta okkum í samband við uppaftur fleiri, sigur Hans Petur Ellingsgaard. Í bólkinum, sum hevur arbeitt við sáttmálafótbóltinum í Runavík hava umframt formannin verið Jónsvein Knudsen, Abraham Hansen, Mattias Davidsen og Dánjal Jákup Højgaard.
Rúni nýggjur málverji
Umframt teir tríggjar spælararnar, sum eru farnir til GÍ, hevur Eyðstein Skipanes ikki skirvað undir sáttmála við NSÍ. Allir hinir, sum vóru við í fjør, hava skrivað undir, og so er Rúni Joensen í Gøtu komin afturat. Hann var í fjør málverji hjá ÍF. Komandi ár skal Rúni kappast við Ólav Højgaard um málverjuplássið á besta liðnum. Tey bæði seinastu árini hevur jugoslavin Dejan Milanovic verið málverji í Runavík, men hann kemur ikki aftur.
Umframt teir báðar málverjarnir hevur NSÍ gjørt sáttmála við unglingarnar Høgna Højgaard, Rúna Rasmussen, Brynjolv Nielsen, Jan Nónklett og Ken Nónklett. Hesir seinast nevndu hava longu verið við á besta liðnum fleiri ferðir.
Hinir sáttmálaspælararnir í NSÍ komandi ár verða Dánial Hansen, Kári Hansen, Mortan Hansen, Ian Højgaard, Sjúrður Jacobsen, Arnfinn Langgaard, Gert Langgaard, Eddie Mikkelsen, Kári Sigvardsen, Dagfinn Olsen, Jónstein Petersen og Sonni L. Petersen.