Nýtsla ella misnýtsla?

Pink fer í samstarv við Dátaeftirlitið at upplýsa um, hvussu tú verjir tínar persónligu upplýsingar á alnetinum. Tað er tín avgerð, hvat tú leggur út á alnetið av myndum og persónligum upplýsingum, men viðhvørt gongur galið og títt góða umdømi kann verða oyðilagt.

 

Hevur tú antin eina ?søgu? um, hvussu tú ert/vart illa viðfarin á alnetinum ella um onkran, tú kennir, ið var illa viðfarin, ber til at senda eini sms-boð inn til Pink sendingina í morgin á tlf. 599999 við eini frágreiðing um, hvussu alt gekk fyri seg.

Allar upplýsingar, ið tú sendir, eru sjálvsagt dulnevndar.

 

[email protected]

 

Lurta við í morgin millum kl. 15 og 17 á Rás 2.