Fótbóltur
Tá Sigfríður Clementsen varð settur í venjarasessin ístaðin fyri frákoyrda Oddbjørn Joensen, vóru boðini úr AB-leiðsluni, at nakrar broytingar helst eisini fóru at verða í spælarahópinum.
Og talan er ikki um smávegis broytingar heldur. Venjarauppsøgnin skapti somikið stóra ónøgd hjá hjálparvenjaranum hjá Oddbirni, Súna Fríða Barbá, at hesin alt fyri eitt vildi sleppa burtur úr felagnum. Og nú er so eisini liðskiparin hjá fyrrverandi venjaranum, Jákup Martin Joensen, farin sama veg.
Hartil eru Hendrik og Tummas Hans Rubeksen eisini farnir úr felagnum. Og tað er í hesum sambandi eisini vert at bíta merki í, at Tummas Hans í síni tíð skifti úr B36 til AB, meðan Sigfríður var venjari hjá árstalsfelagnum.
Beint áðrenn flytingarvindeygað læt aftur, stóð eisini greitt, at Vagnur Mohr Mortensen aftur fer til HB. Hetta skal tó helst síggjast í ljósinum av, at Vagnur og fyrrverandi HB-venjarin, Krzsyztof Popczynski, ikki komu serliga væl um sátt, og at Vagnur tí nú metir seg hava betri møguleikar í HB, enn hann hevði undan venjaraskiftinum.
Hinvegin eru spælarar eisini komnir til AB. Allan Mørkøre og Evrard Ble eru báðir spælarar, sum hava evni at lyfta stríðsandan á liðnum, og ivaleyst hevur venjarin heilt stórt álit á júst hesum báðum. Á bakkplássinum hevur AB havt trupulleikar í ár, men við at fáa Pætur Jørgensen á hetta hevur felagið í øllum førum eitt gott kort afturat, tá tann kabalin skal leggjast.