Tað er ikki á hvørjum degi, at eitt nýtt føroyskt spæl verður lagt fram í Klaksvík. Hetta hendi fyri løtu síðani í býráðshøllini, har fólk á fyrsta sinni fingu kunnleika um nýggja brettspælið TALENT.
Hetta er eitt spæl, har ein tekur útgangsstøði í Føroyum - les: Klaksvík, men har ein ferðast víða kring allan heimin. Samstundis sum ein ferðast skulu uppgávur loysast, soleiðis at ein kann koma víðari í spælinum.
- Hetta er eitt stuttligt spæl, har endamálið er, at tann einstaki skal læra nakað. Eingin skal føla seg býttari, men heldur klókari, tá spælið er liðugt, sum ein av stigtakarunum tók til á samkomuni.
Tað eru fólk úr Klaksvík, sum hava tikið stig til hetta spælið. Tað finst eisini á netinum, har ein kann royna tað fyrst, áðrenn ein fer undir sjálvt brettspælið. Adressan er www.talent.fo.