Eplavelting
Í fleiri ár hevur Royndarstøðin havt royndarveltur, flagveltu á Miðgerði í Kollafirði fyrimillum annað at fáa meira vitan um, hvørji eplasløg eru best.
Í ár var gott eplaveður. Hitin var yvir miðal, og serliga vóru august og september heitari enn vanligt. Bara fáa staðni var ov turt tíðliga í summar.
Bert fáar fráboðanir vóru um svartaspillu, og tí kundu eplini standa og vaksa langt inn í september.
Úrøkan var væl yvir miðal, og serliga var tað flagveltan, sum gav nógv, 12-13 fold.
Royndarstøðin roynir hvrt ár nýggj eplasløg, og tey sløgini, sum geva góða frukt, fáast fyri tað mesta tilt keypar árið eftir ella so.
Mette best
Í ár var tað nýggja eplaslagið Mette, sum gav mest. Úrlistið í flagveltuni var met við 42,7 kilo av 30 slokkum ella 18 fold. Hetta eplaslagið fer um ikki so langa tíð at fáast í handlunum sum set.
Næstbest vóru gomlu kendu sløgini Folva og Maris Piper. Tey góvu 15 fold.
Aftaná komu tvey nýggj sløg, sum royndust væl, men tey verða ikki at fáa sum set enn.
Eplið Raja hevur roynst rættiliga væl í fleiri ár í flagveltu. Tað gav eisini væl i ár, men onnur sløg royndust betur í royndarveltuni. Hetta kemur av, at Raja er mótstøðuført móti svartaspillu, og í ár var lítið av svartaspillu.
Hanna gav væl í sandmoldini á Sandi, men var tað ringasta í flagveltuni orsakað av nógvum rótasoppi.
Reyða eplið Oleva varð eisini hart rakt av rótasoppi í ár.
Royndarstøðin mælir til at beisa seteplini fyri at sleppa undan rótasoppi ella minka um hann. Um til ber, eiga seteplini at verða keypt beisað. Tað stendur á ES-plantipassinm á sekkunum, um eplini eru beisað. Annars má beisievni koyrast á, tá ið sett verður niður.
Eplasjúkur
Sum nevnt gjørdi rótasoppur rættiliga um seg í ár. Heilt nógv, 15-25 skurvut epli vóru undir fleiri slokkum.
Pulvurskurv, sum minnir um eplakrabba, var eisini at síggja í fleiri veltum í ár.
Nógvastaðni, har vøksturin var sera góður, komu rivur í tey størtu eplini. Tað kann minkast um við at seta niður til tíðina, seta eplini tættari niur enn 30 cm ímillum og við at taða minni.
Fleiri sløg
Royndarstøðin hevur nøkur tilmæli um, hvørji epli egna seg væl at seta niður.
Mette, Folva og kanska eisini Maris Piper, sum tó er heldur ójavnt í stødd og kann hava svartar blettir í miðjuni.
Hanna, sum veksur skjótt, er eisini væl egnað, men skal takast upp tíðliga.
So er tað pena, reyða og mjølvuta Raja, sum er rættiliga mótstøðuført móti svartaspillu. Mælt verður tó ikki til at seta Raja niður í sandjørð, tí har fær tað ofta skrubb.
Mjølvuta reyða eplið Oleva hevur roynst væl øll árini.
Eitt spildurnýtt slag nevnist Senna. Tað er eitt stórt reytt epli, sum skuldi verið væl egnað sum bakiepli.
Peder T. Haarh minnir á, at sett eigur at verða niður í flagveltu flaggdagin ella í seinasta lagi 1. Mai. Tað ræður um ikki at taða ov nógv, umleið 45-55 gramm av eplatøðum millum hvørt epli.