Í nátt er eingin funnin eftir leirskriðulopið í Ask í Gjerdrum kommunu í Noregi, sum hendi seinastu mánanátt. Tað upplýsir løgreglan tíðliga í morgun fyri norskum miðlum.
Sum skilst, hevur eingin aktiv leiting verið í leivdunum síðan tíðliga í morgun, og um 05.45-tíðina norska tíð tók USAR-manningin, sum hon verður rópt, seg úr økinum.
Tað verður tó framvegis hildið eitt vakið eyga yvir økinum.
Ein av átaksleiðarunum í bjargingararbeiðnum sigur við VG, at í løtuni er ein lítil steðgur, men ætlanin er at fara í gongd aftur um 08-09-tíðina í morgun.
- Sum eg havi skilt, skal økið sleppa at “hvíla” eina løtu, og síðan verður farið í gongd aftur, sigur átaksleiðarin.
Sambært VG í morgun er norska løgreglan fullgreið um, at talan framvegis er um bjargingararbeiðið, har roynt verður at finna fólk á lívi.
Sjey av tíggju fólkum, sum leitað hevur verið eftir í leivdunum av leirskriðulopinum seinastu dagarar, eru funnin, men tíverri var eingin teirra á lívi.
Av teimum sjey líkunum, sum higartil eru funnin, eru fimm teirra eyðmerkt.
Tað seinasta nýggja í morgun er, at bjargingarliðini eftir lítlan steðg nú eru í holt við at leggja dagin í dag til rættis, og her verður eitt nú manningarskifti.