Nýtt føroyskt spæl á marknaðin

Eitt nýtt føroyskt borðspæl er komið á marknaðin. Spælið eitur Orðálvur, og er eitt spæl við orðum til familjur og skúlar. – Óansæð hvussu væl tú dugir, lærir tú okkurt nýtt, lova Rannvá Skeel Johannsen og Kristianna Poulsen, sum hava ment spælið

Spæl

Rógvi Nybo

[email protected]


Í gjár kom eitt nýtt føroyskt borðspæl á marknaðin. Talan er um eitt familjuspæl, sum minnir eitt sindur um »Trivial Pursuit«, men sum er býtt í trý torleikastig.

Spælið eitur Orðálvur, og er tað einasta av sínum slagi, siga Rannvá Skeel Johannesen og Kristianna Poulsen, sum hava funnið uppá spælið.

- Spælið gongur út uppá at læra seg um navnorð, har øll sum vilja, kunnu læra seg um navnorð. Spælið er uppýtt í trý torleikastig, og til hvørt stigið fylgja spurningar um mállæru við. Men tá tú spælir, tá verða bara spurningar, sum verða spurndir, sigur Rannvá Skeel Johannsen.

- Spælið eitur Orðálvur, og hann er ein lítil føroyskur álvur, sum býr á oynni Orðoy, og tá vit spæla, eru vit gestir á hansara oyggj. Hann hevur gjørt ein veg allan vegin niðan á tindin, sum vit ferðast eftir, og á vegnum spyr hann okkum spurningar. Tá vit so eru komin niðan á tindin, áttu vit at dugað rættiliga nógv um navnorð, greiðir Kristianna Poulsen frá.


Byrjaði sum próvtøka

Hugskotið til spælið er eftirhondini gamalt. Rannvá og Kristianna gingu á Læraraskúla saman, og til próvtøkuna í 3.L royndu tær eitt líknandi hugskot, bara við sagnorðum.

- Árið eftir tað, gjørdu vit tað til høvuðsuppgávu hjá okkum í føroyskum á linju, og tá var tað um navnorð. Eftir tað fingu vit góðar afturmeldingar, og so fóru vit at hugsa um at geva tað út. Síðani er konseptið komið, alt við Orðálvi og oynni,tað er alt komið, meðan vit hava arbeitt við at tað skuldi gevast út, sigur Rannvá Juul Petersen.

Tær báðar hava arbeitt við spælinum í eini 3 til 4 ár, og í høvuðsheitum hevur tað verið í ferium og frítíðini, at tær hava arbeitt við spælinum.


Børn og vaksin spæla samstundis

Spælið er bygt upp í stigum, soleiðis at øll kunnu vera við. Tað er eitt familjuspæl, og kunnu bæði vaksin og børn spæla í senn.

Men tað er einki krav, at tú skal duga nakað í mállæru, áðrenn tú kann spæla.

- Fyrsta stigið er somikið lætt, at tað duga vit oftani, uttan at duga at seta orð á alt, og so kann tú eisini spæla teg til eina rúgvu av lærdómi, greiðir Kristianna Poulsen frá.

Hetta spælið snýr seg bert um navnorð, og verður spælið væl móttikið, so verður arbeitt víðari við at gera eitt við sagnorðum, og so væntandi okkurt afturat, har hinir orðaflokkarnir verða umboðaðir.

Spælið vendur sær eisini til skúlar, og siga tær báðar, at spælið inniheldur alt tað, sum tær halda, at ein næmingur eigur at duga, tá hann fer úr fólkaskúlanum, og vóna tær, at skúlarnir taka væl ímóti tí.

- Men hetta er eisini eitt familjuspæl. Vit hugsaðu, at hví ikki fáa mállæruna út um skúlagátt, og gera hana til almenna vitan, sigur Kristianna Poulsen.

Til at tryggja, at spælið er rætt, hava tær fingið serkøn fólk í mállæru og føroyskum máli at hyggja ígjøgnum tilfarið, til tess at tryggja, at einki skeivt er í spælinum.

Kristianna Poulsen og Rannvá Skeel Petersen hava ment spælið, og eru tað Bókadeild Føroya Lærarafelags og Sprotin, sum geva spælið út. Spælið er stuðlað av MBM, Eik grunninum, Mentamálaráðnum og Mentanargrunni Landsins.

Spælið fæst, har spøl vanliga fáast, og tað kostar 498 krónur.

í morgin klokkan 16 verður almenn framløga á Læraraskúlanum, har millum annað høvi verður at síggja, hvussu spælt verður við Orðálvi.