Fótbóltur
Tá Páll Mohr Joensen í fyrraárið gjørdist kendasti fótbóltsspælarin í Føroyum, stóðst nógv kjak um, hvussu hart og kontan spælaralistin hjá FSF skuldi takast.
Fleiri dømi um spælarar, sum ikki stóðu á listanum, vórðu grópað fram, og tí kjakast varð dúgliga, um hesir vóru lógligir ella ikki.
Hóast reglurnar um loyvisbrøv sum so eru púrasta greiðar, so skapti tað málið eisini fordømi um, at spælarar, sum bert hava umboðað eitt og sama felag gjøgnum árini eru at rokna sum lógligir spælarar hjá hesum felag. Ein loysn, sum samstundis forðaði fyri einum sonnum regni av kærumálum. Tí tað finnast hópin av spælarum, sum av eini hvørjari orsøk ikki eru komnir á spælaralistan. Ikki minst tí hetta sjáldan er aktuelt, fyrr enn spælari umhugsar at flyta felag.
Men nú er Agakærunevndin so komin til aðra støðu.
AB kæri nevnliga Skála fyri nýtslu av ólógligum spælara, tá liðini dystaðust í 2. deild. Upprunaliga endaði dysturin 2-2, og tað úrslitið bar við sær, at AB ikki rakk fram um MB í dystinum um uppflyting.
Aganevndin hevur tó gjørt av, at AB skal vinna dystin. Í niðurstøðuni verður sagt, at brúk av ólógligum leikara er álvarsamt brot á regluverk FSF’s, og at fordømi er um, at brúk av ólógligum spælarum er sektað við, at felagið verður dæmt at tapa dystin. Aganevndin sigur seg meta, at tey ikki ikki kunnu síggja burtur frá slíkum fordømum, men tað verður so ikki staðfest, um tey eisini hava tikið atlit til fordømini, sum vórðu skapt í 2006 um spælarar, sum bara hava umboðað eitt og sama felag.
Skála hevur tó kært dómin til yvirkærnevndina.