Í løtuni verður nýtt graslíki lagt á vøllin í Sørvági. Arbeiðið byrjaði týsmorgunin, og væntandi verður vøllurin liðugur og handaður kommununi fyrst í komandi viku.
Graslíkið, sum nú verður lagt á í Sørvági, er av nýggjastu typuni av graslíki og er FIFA 2 Star góðkent. Tað er Føroya Møblasøla, sum veitir kommununi vøllin frá DOMO Sportsgras.
Teir sum gera arbeiðið eru komnir úr Týsklandi og hava drúgvar royndir við at leggja graslíkisvøllir í Føroyum.