Tað hevur gingið longri tíð enn ætlað at gera tað nýggja, føroyska sjúklingahotellið í Keypmannahavn, liðugt.
Men nú ætlanin at flyta í tað nýggja Hotel Tórshavn á nýggjárinum.
Helena Dam á Neystabø, heilsumálaráðhari, sigur, at tað fer ikki at dýrka arbeiðið, at tað nú hevur drigið eitt sindur út.
Upprunaliga skuldi tað verða klárt at flyta í tað nýggja hotellið í oktober, men tað er sostatt seinkað í tveir mánaðir.
Tað, sum er eftir at gera í tí nýggja hotellinum, er at gera ymisk felagshøli o.a., sum krevst fyri at tað kann brúkast til sjúklingahotel.
Eitt nú skal móttøka gerast, umframt matstova, uppihaldsrúm, skrivstova o.s.fr.
Tað nýggja hotellið liggur sera væl fyri, í Tåsingegade á Eysturbrúgv, og tað er bara eitt korter at ganga yvir á Ríkissjúkrahúsið.Talan er um eina og 1/3 hædd, tað næstovastu og ovastu hæddina, í einum stórum húsi.
Summi kømur hava altan. Men talan er eisini um at skipa so fyri, at møguleikar verða fyri ymsum frítíðarítrivum, eitt nú tennis.
Helena Dam á Neystabø sigur, at tað nýggja hotellið verður tvær ferðir so stórt, sum hotellið, sum nú er.
Eini 40 kømur eru á nýggja hotellinum og tey eru ymisk í stødd so at tað ber til at gera einstaklingakømur og kømur til tvey fólk. Men hurðar eru ímillum fleiri kømur. Og við at lata tær upp, fer eisini at bera til at gera smáar íbúðir til heil húski, um tað verður neyðugt. Nýggja hotellið kostar 2,5 milliónir í alt um árið í rakstri og leigu.
Ina Frisdahl er settur leiðari á hotellinum og hon fer til arbeiðis 1. november.