Nýtt hugfar

TíÐindaskriv frá Føroya Ungdómsráð

 

Saman við politisku ungmannafeløgunum skipar FUR fyri almennari ungdómsráðstevnu, sum verður á Føroya Fólkaháskúla 31. mars

Endamálið við ráðstevnuni er, at skapa áhuga millum ung fyri samfelagsviðurskiftum, at koma saman til fyrlestrar og at skifta orð um okkara samfelag og um politiskar hugsjónir.

Fyrireikari av ráðstevnuni er Føroya Ungdómsráð, Ungmannafelagið Samband, Ung fyri Miðflokkin, Sosiakistiskt Ungmannafelag, Unga Sjálvstýrið, Unga Tjóðveldið og Fólkafloksungdómur.

Ráðstevnan er fyri ung, men er almenn og opin fyri øllum áhugaðum. Neyðugt er ikki at vera limur í nøkrum politiskum ungmannafelag fyri at luttaka.

Neyðugt er ikki við tilmelding framanundan og ókeypis er at luttaka.

Nýtt hugfar verður á Føroya Fólkaháskúla og byrjar leygarmorgunin 31. mars kl. 09.30. Um morgunin fara politisku ungmannafeløgini at greiða frá hvørji tey eru og hvat tey vilja við sínum virksemi. Seinnapartin verður kjakforum, sum tveir journalistar fara at stíla fyri. Um kvøldið verður cafékvøld við upplestri og tónleiki.

Nágreiniligir upplýsingar og skrá er á heimasíðuni hjá Føroya Ungdómsráð: www.fur.fo.

FUR og politisku ungmannafeløgini vóna og vænta at nógv ung fara at sýna hesum tiltakinum áhuga og møta fjølment til Nýtt hugfar.