Nýtt innan ferðing

Ferðavinnuráðstevnan TUR í Gøteborg er størsta ráðstevna í Norðanlondum innan ferðing. 700 framsýnarar vóru til staðar á teimum 300 básunum, og nógv nýtt var at frætta. Vit vóru við á stevnuni og loddaðu dýpið

Rulla ígjøgnum býin

Segway er eitt heilt nýtt slag av akfari, ið hevur verið eitt sindur at sæð seinastu árini, men sum nógv vænta fer at vera tað heilt stóra komandi ár.

Vit á Vikuskiftinum royndu Segway, og tað var bæði stuttligt og lætt. Man koyrir ferð á við at lena seg fram og bremsar við at lena seg afturá. At keypa ein egnan Segway kostar nakrar túsund krónur, men tað ber til at leiga teir, um man vitjar í til dømis einum stórbýi.


Polen vil hava betri umdømi

Póland er troytt av at verða sæð sum eitt grátt og óáhugavert land. Við tí størsta básinum á messuni, merktist Póland á heilt annan hátt enn hini londini. EM í fótbólti verður í summar í Pólandi og Ukraina, og tað er eisini ein av orsøkunum til, at Póland vil síggjast.

Vit hittu Malgorzata Hudyma, sum starvast á pólsku ferðavinnustovuni og hevur norðurlond undir sær.

- Fótbólturin gevur okkum møguleikan at vísa tað broytta, modernaða Póland, ið er stuttligt og áhugavert at vitja.

Men hvat er tað sum er so áhugavert í Pólandi?

- Vit hava langar sandstrendur, fjøll, góðan mat, mentan, søgu, design, shopping, opin fólk - ja, tað er so nógv!



Svalbard og Grønland nógv at síggja

Bæði Svalbard og Grønland høvdu egnar básir á messuni! Grønland reklameraði nógv um cruiseferðir og gongutúrar. Svalbard vísti sum vanligt ísbjørnina fram og reklameraði eisini við cruiseferðum. Tað einasta, sum var at síggja til Føroyar, var í básinum hjá Grønlandi, har ferðasamskiparin "Grønlandsresor" eisini skipar fyri ferðum til Føroya.


Við ljósareyðum bussum um allan heim

Eitt tað mest hugtakandi á messuni eru "Rosa bussarna". Tað eru bussar, ið ferðast kring allan heim við teimum, sum ikki krevja so nógva komfort á ferðini. Man bæði býr, etur og ferðast í bussinum. Og ferðirnar eru oftani fleiri mánaðir langar. Far inn á www. rosabussarna.com, um hetta hevur tín áhuga.


Sokkar at ferðast í

Fleiri av básunum høvdu teir so kallaðu stuðulssokkarnir. Tað eru sokkar, ið fáa gongd í blóðrenslið, og eru teir serliga góðir at vera í, tá ein ferðast leingi í flogfari ella aðrastaðni, har ein situr stillur leingi.



Ferðast vinarliga

At nógv ferðavinna slítur uppá londini er ongin loyna. Tí vóru faldarar deildir út á ráðstevnuni, har mint var á ymisk ting.

- Vís virðing fyri mentanini og fólkinum, har tú ferðast

- Vel heldur minni hotell, so at pengarnir enda í lummunum hjá fólkinum í landinum og ikki hjá altjóða hotellketum

- Sig frá, um tú sær kvinnur ella børn vera kynsliga misnýtt

- Keyp ikki vørur frá djórum, ið eru í vanda at vera útruddað

- Nýt so lítið av vatni sum gjørligt. Vatn er oftani ein mangulvøra í heitum londum.



Vitja Pippi í summar

Heimbygdin hjá Astrid Lindgren hevur bygt eitt heilt mini-land við íblástri úr bókunum hjá henni. Har kann tú vitja Pippi, Emil, Ronju og Karlsson á Takinum. Sjónleikarar spæla teir ymisku leiklutirnar, og húsini eru bygd í natúrligum støddum. Ein frálík vitjan hjá barnafamiljunum.


Tropiskur hiti í Berlin

Trúgv tí ella ei, men í einum risastórum hangari 60 km norðan fyri Berlin, eru tað 26 hitastig alt árið. Hangarurin var upprunaligani bygdur til at byggja flogfør í. Men tá fyritøkan fór á húsagang, tók "Tropical Island" yvir og skapti ein tropiskan heim við strondum, skógi, lagunu, og teltum, ið ein kann búgva í um náttina.