Nýtt KÍ-partafelag

Bara seks mánaðir eftir, at KÍ flutti besta mansliðið í smápartafelag fyri seg, verður nýtt felag stovnað



Klaksvíkar Ítróttarfelag sendi í gjár út tíðindaskriv, har boðað varð frá, at nýtt smápartafelag er sett á stovn. Eitt smápartafelag, sum skal reka bestu mans- og kvinnuliðini hjá felagnum í strembanini eftir at náa visión 2009, tá KÍ ætlandi skal vera á tindinum í føroyskum fótbólti.
Við nýggja felagnum er ætlanin, at vinnulívið í nógv størri mun skal verða ein aktivur partur í rakstrinum av fótbóltinum. Bæði við fíggjarligari innspræning í form av partapeningini og stuðulsavtalum, eins og talan uttan iva er um know-how av ymsum slag, sum tá í størri mun kann verða tilført fótbóltinum.

KÍ-fyriskipan fallit
Tað er uttan iva komið eitt sindur dátt við hjá fleiri uttanfyristandandi, at nýtt smápartafelag longu nú verður sett á stovn. Tað er ikki meira enn hálvt ár síðani, at raksturin av besta mansliðnum varð fluttur í felag fyri seg - Sp/f KÍ-fyriskipan.
Sum skilst, so er hetta felag tó longu nú farið so logandi á húsagang. Ikki váttað tøl ljóða um eitt risa stórt hall seinasta hálva árið, og tí verður felagið nú likviderað, longu áðrenn fyrsta roknskaparárið er lagt aftur um bak.
Í nýggja felagnum er so ætlanin, at tað í nógv størri mun verður vinnulívið (sponsorarnir) sum saman við ítróttarligu leiðsluni skulu stýra felagnum.
Enn er nevndarsamansetingin í felagnum ikki avgjørt, men Palli Ziskason, sum samskipar stovnsetanina av nýggja felagnum, sigur, at talan her verður um samspæl millum vinnu og ítróttarfelag.
- Vit síggja hetta sum ein hátt at styrkja um fyrisitingarliga partin av írakstrinum. Tað verður ikki so, at vinnulívsfólk koma beinleiðis inn at stýra ítróttarligu gongdini. Men vit vóna, at vit við at styrkja um øki, har vit hava servitan, eisini kunnu vera við til at geva ítróttarliga partinum betri arbeiðsumstøður, sigur hann.