Nýtt kaffihús í Fuglafirði: Vit vildu nøkta tørvin

Í dag lat nýggja kaffistovan Turkihúsið upp í Fuglafirði. Tað er parið Fríða Joensen og Pætur Eysturskarð, sum eiga og reka kaffistovuna.

 

 

Fríða Joensen er dagligur leiðari, og hon greiðir frá, at undirtøkan hevur verið sera góð í dag, og nógv fólk hava verið á gátt og roynt ymisku smakkiroyndirnar, sum tey hava bjóðað, og annars verið framvið og fingið sær kaku, kaffu og eitt gott prát.

 

 

-Eg bleiv ordiliga rørd, tí so nógv hava verið framvið og ynskt okkum til lukku við hesum. Eisini tí fleiri býráðslimir hava víst stóran áhuga, verið framvið og handað okkum blómur, sigur hon.

 

 

Turkihúsið heldur til í gulu húsunum viðsíðuna av Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Húsini eru frá 1930 og eru upprunaliga eini turkihús, og tí valdu tey at varðveita navnið. 

 

 

-Man sær, at tey eru gomul og vit hava valt at brúka søguna og varðveita ta sálina, sum er í húsinum, sigur hon.

 

 

Tó, so hava tey umvælt nokkso nógv. Fríða Joensen greiðir frá, at í niðaru hæddini hava tey flutt ein vegg og eisini flutt trappurnar. Eisini er málað og gólvið er skift.

 

 

Turkihúsið skal vera opið allar dagar í vikuni, og Fríða Joensen sigur, at ætlanin er at lata dyrnar upp tíðliga, soleiðis at teir mongu handverkararnir í Fuglafirði hava eitt stað, har teir kunnu koma at fáa sær kaffi og morgunbreyð. Eisini selur Turkihúsið tvíflísar, smyrjibreyð, smoothie og annað lætt. Í vikuskiftunum verður eisini opið sum barr, greiðir hon frá. 

 

 

-Eitt síkt stað hevur manglað í Fuglafirði, tí keyptu vit húsið og gjørdu eina kafé fyri at nøkta tørvin, vit sóu, sigur hon.