Nýtt kappróðrarneyst á Glyvrum

Kappróðrarfelagið NSÍ fer um stutta tíð at taka nýtt og væl útgjørt kappróðrarneyst í nýtslu

 

Kappróður

Glyvrar: Kappróðrarfelagið NSÍ byggir eitt nýtt neyst til bátar sínar. Neystið stendur inni á Bakka á Glyvrum, og verður ætlandi klárt liðugt einaferð í mai. 

Talan er fyrst og fremst um felagshús hjá Kappróðrarfelagnum NSÍ, sigur formaður felagsins, Sofus Hansen.

Hann greiðir frá, at farið varð undir at byggja neystið í 1998. Í 1999 varð tað innilokað, og nú í summar verður tað so tikið í brúk.

Neystið kostar 1,7 milliónir krónur, tá tað er liðugt. Men fólkið aftan fyri kappróðrarfelagið hevur verið dúglit at savna pening til byggingina, soleiðis at nú neystið er liðugt, stendur tað bert í umleið 200.000,- 300.000,- krónum, sigur formaðurin. Restin er longu goldin.

Í neystinum er pláss fyri fýra bátum í neðra. Tó eru fimm inni í løtuni, sigur Sofus Hansen, formaður. Umframt eru tvey brúsurúm og wc, eins og ein gongd er, haðani trappa gongur upp til ovaru hæddina.

Í ovaru hæddini er ein stór høll upp á 120 fermetrar. Opin upp í tróðrið. Har verður væntandi pláss hjá hálvtannaðhundrað fólkum at sita, heldur formaðurin í Kappróðrarfelagnum NSÍ. Umframt er eisini nýmótans køkur, eins og trý wc eru í teirri hæddini. So umstøðurnar verða rættiliga góðar til felagslív í neystinum, sigur Sofus Hansen.

Væntandi verður neystið leigað út til veitslur av ymsum slagi, um áhugi er fyri tí. Men tað fer sjálvandi fyrst og fremst at verða brúkt til felagsarbeiðið hjá kappróðrarfelagnum, sigur formaðurin.

Áðrenn nýggja neystið varð bygt, húsaðist felagið í einum gomlum grótneysti, har seinastu tíðina ikki var so frægt sum hurð fyri. So tað kann ikki samanberast við tað, sum nú er.

Sofur Hansen, formaður í Kappróðrarfelagnum NSÍ vónar, at tað fer at bera til at manna seks bátar aftur í ár, eins og í fjør.

Men fyribils er støðan tann, at áttamannaførini eru ikki mannað. Báðir teir smærru bátarnir, Tjaldrið og Spógvin eru mannaðir. Seksmannafarið Sólmundur er mannaður, og tað sama er tíggjumannafarið Eysturoyingur.

Sólmundur er nýggjur bátur. Tann gamli Sólmundur er seldur av landinum, eins og gjørt plagar at verða við størru førini, tá skiftast skal út. Í fjør vann dreingjamanningin á Tjaldrinum eina ferð til kappróður i Sorø í Danmark. Teir høvdu Sólmund við sær, og í Danmark hildu fólk so mikið nógv av bátinum, at tey keyptu hann.

Men Kappróðrarfelagið NSÍ hevur eisini tvey áttamannafør, sum enn standa á lunni. Kappróðrarfelagið NSÍ keypti her fyri Skopuningin og nevndi hann Heiðabátin. Eisini hevur felagið lænt Toftabátin, sum hevur skift lit og nú er gulur.

Hóast felagið eitur Kappróðrarfelagið NSÍ, er talan um sjálvstøðugt felag, sum einki hevur við ítróttarfelagið NSÍ at gera. Og tað hevur eingin trupulleiki verið av navninum, hóast nøvndini á feløgunum báðum líkjast heilt nógv, sigur Sofus Hansen, formaður í kappróðrarfelagnum NSÍ.