Nýtt ókeypis blað í hvørt hús

Kappingin um lýsingarnar á miðlamarknaðinum harðnar í hvørjum. Í kvøld kemur fyrsta ókeypis lýsingar- og kunningarblaðið frá Sosialinum. Við postinum í kvøld verður eitt nýtt ókeypis blað borið í hvørt hús í Føroyum. Tað er Sosialurin, sum gevur út nýggja blaðið, sum eitur Mánaðarblaðið.

- Endamálið er at røkka út í hvørt hús í landinum í minsta lagi eina ferð um mánaðin. Talan er um eitt blað, sum umframt lýsingar og kunningartilfar eisini hevur heimlig og útlendsk smátíðindi. Tosað verður við kendar føroyingar, har eru tips um nýggjar bøkur, fløgur og filmar, leiðbeiningar um vín til matin og høvið, har er tilfar um móta, um bilar og um fyritøkur, sigur Sosialurin í tíðindaskrivi.

- Við Mánaðarblaðnum hava vit í Miðlahúsinum enn ein miðlapall til okkara virksemi, sum fevnir um útgávuna av Sosialinum, um útvarpsstøðina Rás2 og um tíðindi á Føroya mest vitjaðu heimasíðu, www.portal.fo. Við hesum fýra miðlunum meta vit okkum kunna nøkta tørvin hjá lesarum og lýsarum á bestan hátt, sigur Eirikur Lindenskov, blaðstjóri á Sosialinum.