Hetta uppskotið arbeiðir ein ES-nevnd við í løtuni.
Nevndin er sett at koma við uppskoti um eina nýggja kunngerð um koyrikort, har ein setir upp yvirskipaðar karmar fyri treytirnar við koyrikortunum.
Í Føroyum og Danmark kunnu øll omanfyri 18 ár fara upp til koyriroynd. Hetta koyrikortið er vanliga galdandi til persónurin fyllir sjúti ár.
Nú umhugsar ES at seta eina avmarking á gildi við koyrikortinum til 10 ár. Hetta verður gjørt fyri at sleppa undan sviki og fyri at økja um gjøgnumskygnið, vita donsk bløð at siga.
100 ymisk sløg
Samstundis við hesar broytingarnar verður umhugsað at krevja av bilførarum, at teir fara til regluligt heilsueftirlit, tá gildið av koyrikortinum er úti.
Borgarar í øllum ES-londum kunnu í dag gera nýtslu av 110 ymiskum sløgum av nationalum koyrikortum í øllum EU, har treytirnar eru sera ymiskar.
Meðan danir kunnu varðveita sítt koyrikort til teir er vorðnir sjúti, so skulu sviar endurnýggja sítt koyrikort aftaná 10 ár, meðan ein týskari hevur sítt koyrikort fyri lívið.
Sambært uppskotinum forðar hetta fyri flutninginum hjá borgarunum í ES.
Koyriroynd vantar
Henda gongdin við koyrikortunum í ES, Danmark og triðjalondum hava tey í danska Rigspolitiet eisini hoyrt um.
Ríkisløgreglan hevur tí umhugsað at taka allar reglur og viðurskifti við donskum koyrikortum upp til nýggja viðgerð.
Í dag kunnu borgarar úr einum hópi av triðjalondum fáa býtt koyrikort síni um til eitt danskt koyrikort uttan at neyðugt er at taka eina eftiransaða koyriroynd.
Hetta umfatar m.a. borgarar úr so ymiskum londum sum teimum í fyrrverandi Sovjetsamveldinum og Etiopien.
- Vit arbeiða tí við at fáa henda rættin til umbýting avtiknan, sigur politimeistarin, Mogens Hendriksen frá ferðsludeildini hjá Ríkisløgregluni.