Ølsmakking
Pilsnar ølið hjá Restorff er tó ikki spildurnýtt á marknaðinum.
? Fyrsta blandið kom í summar, men so varð tangin tómur, og ikki fyrr enn til jólar er næsta blandið komið, sigur Óla Svenn Nolsøe, sum er nýggjur stjóri á Restorffs Bryggjarí.
Hetta ølið er at tað sama, sum danir kalla hof øl, og er tað bryggja í samstarvi við Carlsberg Laboratoriið í Danmark.
Óla Svenn Nolsøe sigur, at fólk flest siga, at Pilsnar ølið smakkar væl. ? Alt øl er eins. Tað vil siga, at tað er alt øl er gjørt úr sama tilfarinum, korn og humle. Spurningurin er bara, hvussu nógv tú letur í av hvørjum, greiðir Óla Svenn Nolsøe frá.
Pilsnar ølið er nú komið fyri at verða, og verða Pilsnar øl og Skansaøl tað, ið verður at fáa frá Restroffs Bryggjarí av øli.