Nýtt lív er komið í aldursforsetan

Á nýggja heimavøllinum heftir einki fyri TB, sum hesa ferð orduliga gjørdi av við HB, ið fyri triðju ferð á rað fekk fýra mál ímóti særa

Tað er vent upp og niður upp á tingini. Bæði frá soleiðis, sum tey tóktust fara at síggja út fyrr í ár og frá gongdini soleiðis, sum hon hevur verið nógvu tey seinastu árini.
Undan HB vitjanini leygardagin hevði TB ikki vunnið á HB í 21 ár, og 3-1 HB steypasigurin frá fyrr á árinum var frískur í huganum.
Men tvøramenn fokuseraðu ikki á hagtølini. Fyrrverandi lið­felagar­nir hjá honum í HB vóru eygnavitni til, at Milan Kuljic er við at mynda eitt rættuliga spennandi lið, sum støðugt mennist, og við trimum heimasigrum á rað hevur boðað frá, at øll tey, sum fyrireika seg at vitja á nýggja vøllinum í Trongisvági, eiga at taka uppgávuna í størsta álvara.
Tað kendist altíð at vera stór avbjóðing at spæla á Sevmýri. Tølini siga, at avbjóðingin er ikki minni, nú heimavøllurin er fluttur at vera við Stórá í Trongisvági. Har hevur TB spælt tríggjar landskappingardystir – ímóti ÍF, B68 og nú HB – og har hevur TB vunnið níggju stig..

Uppskriftin
Leygardagin var einki at rafla um. TB legði fyri við øgiligari ferð, og HB liðið, sum í døgunum undan ferðini suður hevði lagt rygg til tvær ferðir 4-1 tap – í steypakappingini ímóti EB/Streymi og í landskappingini ímóti ÍF – var orduliga um ein háls.
Milan Kuljic kennir av góðum grundum væl til HB spælarar og hugburð, og hann veit, nær HB trívist væl, og nær HB ikki trívist væl. Frá fyrsta bríksli hevði hann álagt sínum monnum at pressa gestsirnar frammarlaga á vøllinum, og tað eydnaðist væl.
Rógvi Joensen og Martin Tausen vóru sera raskir á sentrala mið­vøll­inum, har teir væl og virðiliga vóru oman á ímóti landsliðsspælarunum hjá HB, Dan Mortensen í høgru og serliga Gilli Sørensen í vinstra miðvallarborði vóru eyðsýndir, og so er tað ein veruleiki, sum nú man vera runnin upp fyri teimum flestu, at í Bojan Timic og Igor Grkajac eig­ur TB álopsvápn við stórari tyngd og broddi, ið er hvassari enn teir flestu.
Hanus Mortensen og Gunleif Olsen typtu í borðunum, og í mið­verjuni vóru tað enn eina ferð super­veteranarnir Óli Johannesen og Dimitrije Jankovic, ið syrgdu fyri, at tað var rár hending, at Ivan Stojkovic í málinum slapp at royna seg.

Niðurtúrurin
Undan kappingarbyrjan og eis­ini í fyrstu umførunum í bæði lands­kappingini og steypa­kappingini tóktist tað sum um, at HB hevði funnið aftur í góða gamla lagið. Sigfríður Clementsen, venjarin, hev­ur aftur og aftur mint á, at talan er um nýtt lið, og at tað tískil ikki skal útilokast, at avrikini kunnu verða óstøðug.
Eftir stóra kiksaran í Streymnesi, har góð útgangsstøða undan seinnu hálvfinaluni, sum verður miku­kvøldið, varð meiri ella minni søplað burtur, hevur gingið av skriðuni. 4-1 tapið á heimavølli ímóti ÍF og tapið ímóti TB leygardagin hava borið boð um, at í løtuni er HB ikki upplagdur kandidatur til oddasess.
Í verjupartinum eru teir lítið avgjørdir og fleiri ov tungir ímóti rappfótaðum álopsspælarum sum teimum hjá TB. Dygdirnar hjá Santos eru fyrst og fremst í fram­rætt­aða partinum, og tá ið trýstið er so stórt, sum tað var leygardagin, so er ikki hugsningur um at fáa tær at útfolda seg.
HB liðið hevur ilt við at flyta spælið fram á vøllin, og tá ið roynt verður við longum sendingum til Andrew av Fløtum ella í borði til Símun Samuelsen, og tað ikki eydn­ast, so hevur tað víst seg, at tað ikki er so nógv annað at bjóða uppá.
Støðutalvan sigur, at HB fram­vegis hevur møguleika at blanda seg í toppstríðið, men so skal nógv venda øðrvísi næstu ferðirnar, enn tað gjørdi við Stórá leygdagin. Teitur Gestsson syrgdi við fleiri góð­um bjargingum fyri, at tað ikki fóru fleiri enn fýra mál ígjøgnum, og í hinum endanum var tað ikki fyrrenn TB hevði skift út, og konsentratiónin var farin at bila, at Jákup Slættalíð og Jógvan Skeel Nolsøe pyntaðu um, so tað ikki gjørdist tað skrædlið, sum HB leingi var kandidatur at fáa.

Úrtøkan
TB setti dagsskránna frá fyrsta bríksli, og tvøramenn skoraðu tríggjar ferðir í 1. hálvleiki. Allar ferð­irnar var uppspælið í vinstru og við Gilla Sørensen sum eyðsýndum høvuðs­leikara. Hann átti í 5. minutti inn­legg­ið til handara stólpa, har Bojan Timic tamdi og skilagott lyfti bóltin í málið, hann átti innleggið, sum Jákup Slættalíð tíggju min­uttir seinni var óheppin at stýra í egið mál, og hann tiltuskaði sær frí­sparkið, sum bar 3-0 við sær. Gilli lyfti sjálvur bóltin upp um mann­garðin og í málið.
HB royndi at reisa seg síðstu løtuna undan hvíldini og fyrsta minuttirnar eftir steðgin. Símun Samuelsen spældi Jákup Slættalíð leysan til stóran møguleika, sum varð misnýttur.
So skoraði TB til 4-0, og harvið var tað púra greitt, at stigini enn eina ferð fóru at verða eftir á Tvøroyri. Bojan Timic sneiddi framvið fleiri mótstøðumonnum, áðrenn hann í Thierry Henry stíli legði bóltin framvið HB málverjanum, og harvið var TB avrikið fullkomið!
HB málini pyntaðu um hagtølini, men tey taka ikki veruleikan burt­ur, at tað er komið rættuligt lív í 120 ára gamla aldursforsetan, og at tað í løtuni ikki er so hugaligt hjá teim­um í HB.