Nýtt lív í á Lambareiði

BBR bilverkstaðurin hevur í dag móttøku í nýggja verkstaðinum, sum er bygdur í gamla grótbrotinum á Lambareiði Síðani skervsølan hjá Landsverk fyri nøkrum árum síðani varð flutt úr gamla grótbrotinum á Lambareiði og niðan á Hústoft hevur ferðslan ikki verið so stór í hesum økinum, sum hon onkuntíð plagdi at vera.

Nú er meiri lív við at koma í hetta økið. Fyri ikki so langari tíð síðani flutti ambulansutænastan úr heilsumiðstøðini í Runavík og í hølini, har skervverkið húsaðist. Og nú letur privat tænastu fyritøka upp í sama øki.

Í dag er móttøka í nýggja verkstaðnum, sum BBR service í Runavík hevur latið byggjað á Lambareiði. BBR service, sum higartil hevur hildið til í gomlu bilsmiðjuni, sum Runavíkar Mekaniski verkstaður átti, og sum Tórshavnar Skipasmiðja harvið eigur, fær nú væl størri húsarúmd, enn virkið higartil hevur havt.

Tað eru synirnir hjá bilveteraninum, Rósingi Rasmussen, Bogi og Rógvi Rasmussen, og svágur teirra Birgir Samuelsen, sum eiga BBR service.

Bogi Rasmussen, stjóri, sigur, at manningartalið framvegis verður fýra, men at nýggju umstøðurnar bera við sær, at tað verður lættari at veita góða tænastu. Bæði tí víddin er størri, tað er hægri til loftið, og tí amboðini verða betri.