Nýtt lag frá Páll Finnur Páll í dag

Fríski, freki og fríi popbólkurin, Páll Finnur Páll, arbeiðir í hesum døgum við einari nýggjari fløgu. Fimta fløgan frá bólkinum kemur á gøtuna í november, men longu í dag kann fyrsta lagið hoyrast.

 

Lagið ber heitið “Eg drepi meg sjálvan”, og er skrivað av Finni Jensen, sum er ein av oddamonnunum í bólkinum.

 

Fyrsta almenna lagið er eitt av 11 løgum á nýggju fløguni, sum eitur “Kom við mær”.

 

Bólkurin hevur áður sagt um fløguna, at hon ikki líkist undanfarnu fløgunum. Sagt verður, at “Kom við mær” er meira búgvin enn tær undanfarnu, og at sangskrivararnir leita inn í seg sjálvar, heldur enn at skriva sangir um ymisk samfelagsevni.

 

Lagið verður frumframført í morgunsendingini á Rás2 í morgun, og í Kringvarpið Føroya seinnapartin í dag.

 

Eisini verður lagið at hoyra á YouTube eftir morgunsendingina á Rás2.