Klaksvíksbólkurin Quarter to Three, við Dánjal Kjærbo sum oddamanni hevur givið út nýtt lag. Nýggja lagið kallast "Hvørt hjartaslag".
Bólkurin er kendur fyri løg, sum "Eg elski teg sum ongantíð" og "The Stage", men nú er nakað av tíð liðin, síðani bólkurin lat nýtt tilfar úr hondum.
Nýggja sangin hevur Lindi Garder skrivað, og Magni Husgaard smíðað lag til. Lagið er lagt út á youtube, men enn er onki sjónbandalag lagt út.