Nýtt lag frá The Cranberries

Fyri fyrstu ferð í 10 ár gevur bólkurin The Cranberries út eina nýggja studiofløgu. Og nú er teirra fyrsta staklag komið á marknaðin.

 

Eftir at bólkurin hittaði í 90’unum við eitt nú lagnum Zombie, eru tey nú til reiðar við einari nýggjari studiofløgu.

 

Nýggja staklagið ber heitið Tomorrow, og hava ummælarar hjá eitt nú Gaffa gjørt av, at sangurin ljóðar meira “vaksin” enn tað, sum borðreitt varð við í 90’unum, og tí metir Gaffa, at

fløgan hevur ein veruligan møguleika at gerast ein væleydnað comeback fløga.

 

Ein livandi útgáva av staklagnum Tomorrow kann síggjast her:

 

www.youtube.com/watch

 

Fjepparar mugu tó bíða nakað enn, áðrenn fløgan kemur á marknaðin. Gaffa veit, at fløgan kemur á marknaðin 27. Februar.

 

Hetta veit gaffa.dk í dag.