Nýtt Lenu lag á alnetinum

Meðan Lena í hesum døgum leggur síðstu hond á komandi fløguna, ið væntandi kemur í handlarnir komandi mánað. So hevur føroyska songkvinnan lagt eitt nýtt lag á myspace síðu sína.

 
 
Talan er um eina demo, av einum lagi, ið ikki slapp við á nýggju fløguna, og sostatt bert verður tøkt á alnetinum.
Lena skrivar á Myspace, at lagið Down The Alleyway Backwards er eitt lag, ið hon tók upp sum demo í fjør, og nú ein dagin fann hon fløguna aftur.
Talan er um eitt sera vakurt lag, og um hetta er støðið á løgunum, ið verða vrakaði, boðar tað frá høgari góðsku, á tí sum er sloppið við á fløguna.