Nýtt mánaðarblað á veg

Einaferð í vár kemur eitt nýtt føroyskt blað á marknaðin. Tað eru føroyskir journalistar, sum búgva í Danmark, sum hava tikið seg saman fyri at gera nýggja blaðið, sum ikki hevur sæð sín líka í Føroyum áður

Um tveir mánaðir ella so, kemur eitt nýtt føroyskt blað á marknaðin.

Tað eru føroyskir journalistar, búsitandi í Danmark, saman við einum tíðindafólkið í Føroyum sum hava tikið seg saman við tí fyri eyga, at geva nýggja blaðið út, og teir leggja dent á, at talan ikki er um ein kappingarneyta til føroysku dagbløðini.

? Talan er um eitt mánaðarblað, ella eitt magasin, so tað verður ikki upp á tal at kappast við dagbløðini, sigur Grækaris D. Magnussen, sum er ein av fyrireikarunum.

Hann sigur, at hetta blaðið verður øðrvísi í sínum uppbygnaði, fyrst og fremst tí, at talan verður um eitt mánaðarblað, og tí verður innihaldið viðgjørt øðrvísið enn tað vanliga verður í dagbløðunum.

? Fyrimunurin hjá okkum er, at vit bara gera eitt blað um mánaðin, og tískil fáa vit betri stundir at viðgera tað tilfari, sum skal í blaðið, sigur hann.


Fjølbroytt innihald

Tá talan er um eitt mánaðarblað, so er ofta talan um fjølbroytt og ofta drúgt tilfar. Verður tað eisini so við nýggja blaðnum?

? Sjálvandi er tað ætlanin, at tilfari skal vera fjølbroytt og gjøgnumarbeitt, men tað skal sanniliga eisini vera lætt lesandi. Tað er okkara mál, at hetta blaðið skal vera nakað fyri øll, og ikki bara fyri tann intelektuella. Omman í Svínoy og abbin í Skúvoy skulu eisini hava hug at lesa blaðið, sigur Grækaris.

Sum dømi um tilfari í blaðnum nevnir hann útlendskt tilfar. Føroysku fjølmiðlarnir í heila tikið, gera ikki so nógv við tað útlendska tilfari, og í flestu førum er viðgerðin ógvuliga grunn, heldur hann.

? Hetta skal ikki skiljast sum ein kritikkur, tí stundir eru sjáldan til djúpri viðger, men tað er hetta vit ætla okkum undir. Vit ætla okkum at viðgera útlendskar persónar og hendingar við at fara afturum tey einstøku »evnini«. Á tann hátt verður tilfari í blaðnum eisini øðrvísið enn tað er í dagbløðunum.


Kritiskur

journalistikkur

Annars nevnir Grækaris, at tað sjálvsagt eisini verður føroyskt tilfar í blaðnum.

? Meginparturin av tilfarinum verður sjálvandi føroyskt, og vit ætla okkum at leggja dent á kritiska viðger av ymsum málum. Hetta er eisini ein mangulvøra í journalistikkinum har heima í dag, og hongur uttan iva saman við, at framleiðslukrøvini eru so stór, at mann, heldur ikki her, kemur nóg væl í dýpdina, sigur Grækaris.

Grækaris leggur annars dent á, at hetta blaðið heldur ikki skal verða eitt útisetablað burturav.

? Nei, tað skal tað ikki. Innihaldið er ikki ætlað nøkrum einstøkum bólki av føroyingum heima ella úti, men tað er ætla øllum føroyingum, sigur Grækaris.

Nær nýggja blaðið kemur á gøtuna fyrstu ferð er ikki heilt greitt enn, tí fyrireikararnir eru í ferð við at kannað ymisk viðurskiftið, men Grækaris væntar og vónar, at tað fer at eydnast at koma út einaferð til várs.

? Fakliga er hetta ein sera spennandi uppgáva, sum vit gleða okkum ógvuliga nógv at fara undir, sigur hann.

Ikki er heilt greitt heldur hvar nýggja blaðið fer at húsast, men eisini tí verður, sum vera mann arbeitt við.

Umframt Grækaris D. Magnussen fara Kári Durhuus, Kári Mikkelsen, Per Højgaard og Ólavur Rasmussen