Nýtt móðurskip til Thor

Thor í Hósvík fær enn eitt nýtt móðurskip til Føroya. Talan er um uppsjóvartrolaran M/Tr Victoria, sum nú tekur í móti fiski frá partrolarunum Jaspis og Ametyst, skrivar skipini.fo.

Tað hevur gingið væl at reka Jaspis og Ametyst síðani Mortan Johannesen, ið eigur Enniberg, keypti skipini eftir húsagangin hjá Faroe Seafood. Hans Andrias Joensen, reiðari í Thor, upplýsir fyri skipini.fo, at teir nú royna seg á makrelfeltinum og landa veiðu til Victoriu, ið er systurskip hjá Gloriu.