Nátt á Myspace

Melodiski og varierandi tungmálms bólkurin Nátt úr norður- og eysturoyggjum, hevur nú fingið síðu á portalinum myspace.com.

Bólkurin Nátt bleiv stovnaður í Januar 2006, og er so at siga enn í byrjunarstøði. Limirnir eru í løtuni upptiknir við skúlagongd, men hóast hetta hittast teir javnan at skriva løg og venja saman. Bólkurin luttók í GBOB kappingini í fjør, har teir fingu góða móttøku, tó uttan at at sleppa finaluna.
Á Myspace síðuni hjá bólkinum, ber til at hoyra trý nýggj løg, sum sambært limunum vísa á eina framgongd í sangskrivingini hjá bólkinum. Teir lýsa tónleikin sum eina samanrenning av Metal og Thrash við melodiskum vendingum.

Vitja bólkin á www.myspace.com/nattband