Nýtt pengaspæl á Rás2

Rás2 fer í kvøld aftur undir Dinero bingospælið, og sum nakað nýtt ber nú til at vinna stórar peningaupphæddir í spælinum.

Fyrr í ár hevði Rás2 bingospæl sunnukvøld, og móttøkan av hesum spælið var góð. Eftir at spælið fór í summarfrí, hevur verið arbeitt við at menna spælið og gera tað enn betri. Og nú er klárt at fara undir Dinero aftur.?Byrjað verður komandi sunnukvøld, og tá verða onkrar broytingar við spælinum.?

- Tað vísir seg, at føroyingar vilja vinna pengar í slíkum spølum, og tað hava vit tikið hædd fyri nú. Vit hava valt at broyta spælið, so at møguleiki eisini verður at vinna stórar peningauppæddir í Dinero spælinum, sigur Birgir Waag Høgnesen, marknaðarleiðari á Rás2.??

Dinero er eitt bingospæl við plátum, sum kunnu keypast á sølustøðum kring landið.?Spælið verður frameftir skipað soleiðis, at trý spøl verða spæld hvørt sunnukvøld.?Í fyrsta spælinum verður spælt ein rekkja. Vinningurin er tá eitt flogferðaseðil við Atlantsflogi ella eitt gávurkort frá Bowlinghøllini. Drigið verður um vinningin, tá ið vinnarin er komin ígjøgnum til sendingina.

Í øðrum spæli verður eisini spælt ein rekkja. Tá er vinningurin ein fartelefon frá Føroya Tele.?Í triðja spælinum verður spælt heil pláta. Vinnarin av triðja spælinum sleppur ígjøgnum til sendingina at draga Dinero-hjólinum, har møguleiki er at vinna 10.000 krónur ella meira. Um vinnarin ikki vinnur peningaupphæddina, verður vinningurin eitt viðskiftakort frá Effo á 1000 krónur. Peningahæddin verður so flutt til næstu ferð, og upphæddin hækkar fyri hvørjaferð, eingin vinnur hana. Dinero bingospælið verður spælt á Rás2 hvørt sunnukvøld klokkan 19.30.