Amerikanski Michael Phelps setti fyri fimtu ferð heimsmett í 200 metra blandaðari svimjing, tá hann um vikuskiftið tók lut í Grand Prix kapping í Missouri. Phelps svamt teinin í tíðini 1.53,71. Til sammetingar kann nevast, at FM-metið hjá Kristiani M. Johansen á teininum er 2.12,19.