Nú fær náttúran í Føroyum kanska sína egnu, sjálvstøðugu fyrisiting.
Sirið Stenberg, landstýriskvinna í umhvørvismálum, sigur, at eitt, sum samgongan umhugsar, er at skipa eina sjálvstøðuna náttúrufyrisiting, sum skal umsita øll mál, ið hava við náttúruna at gera.
Hon sigur, at eitt málsøki, hendan náttúrufyrisitingin eisini kann umsita, er nýggja kunngerðin um at týna rottu og sum verður sett í gildi í næstu framtíð.
Annars hevur talan verið um at tað skal vera Umhvørvisstovan, sum skal umsita rottukunngerðina, men Sirið Stenberg heldur, at tað er eisini væl trúligt, at ein sjálvstøðug náttúrufyrisiting verður sett á stovn.
Hon sigur, at serliga nú er tað tað áhugavert at skipa eina sjálvstøðuga náttúrufyrisiting, tí í løtuni verður arbeitt við eini nýggjari náttúrverndarlóg, sum verður løgd fyri Løgtingið í næstum. Ein slík náttuverufyrisiting skal umsita náttúruna í víðastu merkig, eisini hvat ferðavinnu víkur.