Í partafelagsskránni er eitt nýtt reiðarí skrásett, sambært Business-Line.
Tað er Hans Jacob Vitalis á Viðareiði, sum hevur stovnað smápartafelagið Guliklettur, hvørs endamál er at reka fiskivinnu.
Hetta er eitt av teimum átta nýggju partafeløgunum, sum vórðu skrásett í síðstu viku. Millum hini feløgini eru eitt holdingfelag, eitt fastognarfelag og eitt felag, sum skal reka matstovuvirksemi.
Allur listin er at síggja á heimasíðuni hjá Business-Line.