GÝting
At fiska á føroysku vøtnunum er eitt ítriv, sum er vorðið alt meira væl umtókt her heima. Og tað eru nú heldur ikki bara føroyingar, sum um summarið síggjast standa í mest sum døgndrift fram við fleiri av føroysku vøtnunum.
Í nógv ár er hetta eisini farið fram undir skipaðum viðurskiftum, har Sílaveiðufelagið, sum er áhugafelagið hjá frítíðarfiskarunum, hevur roynt at skipað viðurskiftini, soleiðis at stovnarnir av bæði sílum og laksum skulu hava eitt so gott tilverugrundarlag, sum gjørligt.
Føroya Sílaveiðufelag hevur gott samstarv við myndugleikar um hesi viðurskifti, og er felagið undir vernd av Fiskirannsóknarstovuni og hevur samskifti við fleiri fiskifrøðingar.
Økja náttúrliga partin
Hetta hevur millum annað verið gjørt við at seta út bæði yngul og smolt, og nú verður so enn eitt stig tikið á leiðini at betra um stovnsrøktina.
Í kunngerð aðrastaðni í blaðnum boðar nevndin í felagnum frá, at tað nú er samtykt, at allur honfiskur skal setast út aftur, tá fiskað verður, og at tað sama er galdandi fyri fisk, sum ikki er blankur. Tað vil siga fisk, sum er farin í gýtingarhamin.
Johan Svensson, sum er formaður í Sílaveiðufelagnum, sigur, at hetta verður gjørt, tí felagið vil virka fyri, at stovnsrøktin í enn størri mun skal byggja á náttúrugivnu fortreytirnar, soleiðis sum hesar nú einaferð eru.
? Vit vilja fegnir nøra um møguleikarnar fyri nátúrligari gýting á vøtnunum og skapa forstáilsi fyri hesum. Vit síggja týðuliga í dag, hvussu fiskurin uppførir seg í vøtnunum. Hann svimur úti í miðum vatni, tí hann er settur út og kennir ikki gýtingarplássið, sum nátúrliga átti at verið í áunum, sigur Johan Svenson.
? Við at seta allan kvennfisk útaftur, er vónin í øllum førum, at fiskur, sum ber rogn, skal fáa frið at nørast, men bara tað í sjálvum sær er ikki nóg mikið. Kallfiskar mugu jú eisini til, og tí hava vit sett brotið um, at ikki-blankur fiskur eisini skal setast útaftur.
Ikki nøgdin
Og tað er júst um hetta mundið, at fiskur, sum ikki er blankur, er at finna í áum og vøtnum. Vanliga er hetta annars nakað fyrr um árið, men lítla avfallið í august mánaði hevði við sær, at áirnar vóru ov lítlar, og at fiskurin tí ikki hevði møguleika at svimja niðan.
Men rokna tit við, at øll fólk fara at góðtaka hesar reglurnar?
? Tað eigur ikki altíð at snúgva seg um at fáa so nógv sum gjørligt. vit vilja heldur skapa gróðrarlíkindi fyri sportsfiskaríi í Føroyum, sigur Johan, sum viðgongur, at tað er eitt stríð millum sílafiskarar, at summir bara fiska fyri at fáa so nógv sum gjørligt, meðan aðrir hugsa um stovnin.
Felagið sjálvt hevur tó ikki heimild til beinleiðis at revsa fiskarar, um hesir ikki fylgja nýggju kunngerðini, men fiskakortið kann tó verða frátikið, um treytirnar ikki verða uppfyltar, og tá er so ikki loyvi at fiska. So nakað av revsing liggur hóast alt í hesum.
Johan Svensson sigur annars, at Sílaveiðufelagið eisini fram ímóti at fáa meira pláss at fiska á. Hetta tí tað í dag eru ov fá vøtn, sum veruliga eru egnað til endamálið.