Náttúrumargfeldislógin aftur á ting

- Tað, sum hevur størsta týdning fyri okkum er, at vit fáa eina náttúrumargfeldislóg, ið líkist henni, ið varð løgd fyri tingið farnu tingsetu. Vit hava enn eina vón um, at hon verður samtykt, tí tað vóru einans nakrir einstakir flokkar, ið ikki vóru so glaðir fyri lógina, meðan tað vóru fleiri einstaklingar í andstøðuni, ið ikki vóru avvísandi yvirfyri henni, sigur Sjúrður Hammer, formaður í Føroya Fuglafrøðifelag

Um tað ikki vóru so nógv mál, ið endaði við at detta burtur, tá tingið fór til hús í summarferiu í farnu tingsetu, so hevði fremsta ynskið hjá Føroya Fuglafrøðifelag, tey komandi fýra árini, verið eitt heilt annað. Men av tí, at undanfarna samgonga hevði trupult við at fáa ymisk mál samtykt undan summaferiuna, er talan um eitt gamalt ynski, ið felagið hevur til politiska myndugleikan.

- Tað, sum hevur størsta týdning fyri okkum er, at vit fáa eina náttúrumargfeldislóg, ið líkist henni, ið varð løgd fyri tingið farnu tingsetu. Vit hava enn eina vón um, at hon verður samtykt, tí tað vóru einans nakrir einstakir flokkar, ið ikki vóru so glaðir fyri lógina, meðan tað vóru fleiri einstaklingar í andstøðuni, ið ikki vóru avvísandi yvirfyri henni, sigur Sjúrður Hammer, formaður í Føroya Fuglafrøðifelag.

Hann vísir eisini á, at tá felagið saman við Ringrás og Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag undan løgtingsvalinum gjørdu eitt spurnarumfar millum tey ymisku valevnini, vóru øll valevnini samd í, at neyðugt er við einari náttúrumargfeldislóg.

- So okkara vón er, at óansæð hvør samgongan verður, so kemur ein náttúrumargfeldislóg í eitt komandi samgonguskjal. Tað er tað, ið vit hava eftirlýst leingi, og tað er tað, ið ferðavinnan hevur eftirlýst í mun til at avmarka neiligu avleiðingarnar av ov nógvari ferðavinnu. Harumframt eru tað eisini nógvir aðrir almennir stovnar, ið sakna eina tíðarhóskandi náttúruverndarlóg, sigur formaðurin.

Óhugnalig kensla
Meðan Sjúrður Hammer er rímiliga bjartskygdur um, at tað fer at eydnast at fáa eina náttúrumargfeldislóg samtykta, so er hann kortini varin við at gleðast ov tíðliga. Hetta er nevniliga ikki fyrstu ferð, at ein slík lóg hevur verið frammi.

- Í 2010 var ein øgiliga umfatandi náttúruverndarlóg, ið kravdi nógv fyrireikingararbeiði, lagt í eina skuffu áðrenn hon yvirhøvur varð løgd fyri tingið. Tað er ein rættiliga óhugnalig kensla, at man kann koma so langt, men at tað so kortini kann detta niðurfyri, og so hendir bara einki tey næstu tíggju árini. Tað vóna vit ikki hendir við hesum, sigur Sjúrður Hammer.

Hann hevur kortini torført við at ímynda sær, at lógin ikki kemur nú, tí tað hevur aldrin verið størri tørvur á eini slíkari lóg enn júst nú.

- Um lógin ikki verður samtykt, kemur tað upp á tvørs á øllum møguligum stórum samfelagsligum málum. Vit kunnu taka tí grønu umleggingina sum dømi. Um vit skulu seta vindmyllur upp allastaðni, útbyggja vatnorkuverk, skipa pump storage og byggja eitt biogassverk er neyðugt við eini slíkari lóg, sigur hann og heldur fram.

- Um vit tá ikki hava eina brúkiliga nátturuverndarlóg, so stúrir eg fyri teimum neiligu árinunum, ið ein stór samfelagsmenning hevur við sær. Ein slík menning má fáa okkurt mótspæl, tí um eingin stovnur hugsar um náttúruvernd ella verjir umhvørvið, so stendur náttúran hjálparleys.